Ráðgevi til Marknaðardeildina
Vit sóknast eftir einum ráðgeva til Marknaðardeildina, ið hevur ábyrgd av branding,
marknaðarføring og samskifti í samtakinum - bæði í Føroyum og Grønlandi. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett sum skjótast.
Um starvið
Sum ráðgevi á Marknaðardeildini er tín fremsta uppgáva at standa fyri menningini av
marknaðarføringini og brandingini av samtakinum bæði í Føroyum og Grønlandi.
Ítøkiligu uppgávurnar fevna millum annað um:
- At arbeiða við lýsingum og ymsum átøkum
- Dagføring og áhaldandi menning av heimasíðum og øðrum talgildum pallum hjá samtakinum
- Skipa fyri smærri og størri tiltøkum
- Umsiting av stuðulsavtalum
- Samskiftisuppgávur av ymsmum slagi
- Umsiting av sosialum miðlum
Harumframt eru fleiri aðrar fyrifallandi uppgávur.
Førleikakrøv og persónligir eginleikar
Fyri at røkja starvið sum marknaðarráðgevi er tað umráðandi, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir við marknaðarføring og samskifti. Tað er sjálvsagt eisini ein fyrimunur, at tú hevur eyga fyri góðari og neyvari marknaðarføring.
Viðkomandi førleikar og/ella royndir innan talgilda marknaðarføring og grafiska sniðgeving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað er eisini ein fyrimunur, at tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst og ert stinn/ur í føroyskum og donskum.
Av tí at uppgávurnar eru fleiri og ymiskar, er tað umráðandi, at tú megnar at hava greiðu á fleiri ymiskum uppgávum í senn. Eisini er tað týdningarmikið, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og
samstundis eisini hevur góð samstarvsevnir.
Vit bjóða
Sum marknaðarráðgevi í Føroya Banka verður tú partur av Marknaðardeildini. Á deildini
starvast fimm fólk, ið hava ábyrgd av marknaðarføringini og samskiftinum í samtakinum.
Harumframt er Føroya Banki eitt stórt, livandi og nútímans arbeiðspláss við tøttum
tvørgangandi samstarvi millum deildirnar og góðum møguleikum fyri fakligari menning. Vit
leggja stóran dent á fjølbroytni í starvsfólkahópinum, og vit eru tilvitað um kynsbýtið í leiðslu og á deildum okkara.
Umsókn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. august 2024.
Søk starvið her.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúnu N. Rasmussen, marknaðarleiðara, á telefon 230 478 ella á rr@bankin.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.