Hjálp
Persónligt loynirorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, verður tú biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar.
Stovna loyniorðið her:nets.eu/3dsfo.
Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort.
GG!
Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.
Les meira um at keypa trygt á netinum her.
Netbankin
Kort
Soleiðis bíleggur tú eitt Visa/Dankort
Send eini boð til tín ráðgeva umvegis Netbankan fyri at bíleggja kort.
Virkja kort
Tú skalt brúka 0 + fýra tey síðstu tølini í tínum kundanummari sum virkjanarkotu.
Soleiðis finnur tú kundanummarið:
- Far inn í Netbankan
- Trýst á valmyndina (burgaramenuina) og vel "Brúkaraupplýsingar".
- Undir tínum navni stendur títt kundanummar.
Virkja kortið:
- Ring +45 44 89 73 50
- Trýst kortnummarið, enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
- Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er 0 + 4 tey síðstu tølini í tínum kundanummari, sum sæst í høgra teigi í Netbankanum og á kontuavritinum.
Eftir hetta fært tú boðini: ”Kortet er nu aktiveret”. Um tú ikki gert kortið virkið beinanvegin, verður tað sperrað. Minst til beinanvegin at undirskriva kortið á baksíðuni.
Soleiðis finnur tú tína pin-kotu
- Far inn í Netbankan
- Trýst á valmyndina (burgaramenuina) og vel "Míni kort".
- Trýst á kortið og á "Vís pin-kotu"
Mótmæli í sambandi við fjarkeyp
Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli her.
Nýggjur kundi
Sum kundi hjá okkum fært tú nógvar tænastur, ið gera tað lættari at greiða tíni fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum, og tá ið størri fíggjarligar avgerðir skulu takast.
Soleiðis gert tú
Útfyll stovningarskjalið, sum tú finnur her, og lat tað inn á einari av deildum okkara saman við samleikaprógvi. Tú kanst eisini útfylla formulin her, og so seta vit okkum í samband við teg.
Bankaorð
Ofta settir spurningar
Prísir og treytir
Soleiðis leggur tú kortið í Wallet
Far inn á netbankan.
Trýst á "Valmynd".
Trýst á "Míni kort" og vel tað kortið, sum tú vilt brúka.
Trýst á "Føj til Apple Wallet".
Fylg vegleiðingini á skerminum.
Ymisk skjøl
Her finnur tú skjøl innan