Lán til bil
Eitt billán er millum tær mánaðarligu útreiðslurnar, ið hava størst ávirkan á tíni fíggjarviðurskifti.
At keypa bil er ein lutfalsliga stór íløga. Umframt prísin á sjálvum bilinum, skalt tú eisini hava útreiðslur til trygging, veggjald, brennievni, viðlíkahald og tílíkt í huga.
Tá ið tú skalt hava lán til nýggjan bil, er neyðugt at hava minst 20% í eginpeningi. Rentan á láninum er skiftandi. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 7 ár fyri nýggjar bilar, og tá tú keypir brúktan bil, verður hon ásett eftir aldrinum á bilinum.
Brúktir bilar
Vit bjóða tær lagaliga fígging til keyp av brúktum bili, har rentan verður ásett eftir aldrinum á bilinum.
Ein brúktur bilur kann vera rætta loysnin, um tú ynskir ein bíligari bil. Ein brúktur bilur missir vanliga ikki virði eins skjótt og ein nýggjur bilur, og tryggingin er eisini bíligari. Harafturímóti er ilt at siga, hvussu nógvar útreiðslur kunnu væntast til viðlíkahald og umvælingar av einum brúktum bili.
Elbillán við lagaligari rentu
Við elbilláni er tað bíligari at velja umhvørvisvinarligu loysnina, tá ið bilurin skal keypast, av tí at rentan er lægri enn á vanligum billáni.