Lívið við børnum
Við einum barni byrjar ein nýggjur kapittul í lívinum. Tilveran verður vend á høvdið, og gerandisdagurin verður ongantíð tann sami aftur.
Lívið við børnum hevur nógva gleði við sær, men eisini nýggjar avbjóðingar og útreiðslur, ið tú møguliga ikki hevði hugsað um áður. Børnini ávirka tín privatbúskap nógv ár fram í tíðina, og tí er tað ein fyrimunur at hava gott innlit í tíni fíggjarviðurskifti. Her finnur tú góð ráð um fíggjarliga lívið við børnum.