Okkara arbeiðspláss
Tað er umráðandi fyri Føroya Banka sum arbeiðsgevara at varðveita og draga at sær dugnalig og heilhugað starvsfólk, sum hava áræði og førleika at reka eina virðisskapandi fíggjarfyritøku. Tí vilja vit skapa fyritreytirnar fyri einum góðum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har førleikamenning og trivnaðartiltøk støðugt styðja uppundir. Vit ásanna, at tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk hava eina sunna javnvág millum arbeiðslív og privatlív, og eru tilvitað um, at trivnaðurin og heilsan hjá starvsfólkunum eru av størsta týdningi, um BankNordik-samtakið skal vera kappingarført í fíggjargeiranum í framtíðini.
Trivnaður og heilsa
Tað hevur avgerandi týdning, at tey, sum hava sína dagligu gongd í Føroya Banka, trívast og kunnu vera errin av at fara til arbeiðis. Starvsfólkini eru tað týdningarmesta tilfeingið hjá bankanum, og vit arbeiða alsamt við trivnaði, menning og tiltøkum, sum stimbra samleikan og mentanina hjá fyritøkuni.
Føroya Banki ger eina árliga mentanarmáting, sum eggjar stavsfólkunum til at siga sína hugsan um ymisk viðurskifti í fyritøkuni. Endamálið er m.a. at fáa eina greiðari mynd av, hvussu sterk virkismentanin er, hvussu væl fyritøkan livir upp til egin virði, og hvørji tiltøk eiga at verða raðfest í framtíðini. Ein óheftur veitari gjørdi ta fyrstu mentanarmátingina í bankanum í 2016. Úrslitið var 3,9 eftir stiganum 1-5. Hetta halda vit vera eitt nøktandi úrslit, sum eisini gevur okkum eitt sammetingargrundarlag til mentanarmátingina í 2017.
Útbúgving og menning
Tá ið førleikastigið í starvsfólkahópinum er høgt, er Føroya Banki kappingarførur. Tí virka vit alsamt fyri at menna okkara menniskjatilfeingi og soleiðis tryggja tilverugrundarlagið hjá bankanum og betra framtíðarmøguleikarnar hjá tí einstaka starvsfólkinum. Hvørt ár setur bankin eina munandi upphædd í at útbúgva nýggj starvsfólk og í eftirútbúgving, m.a. næmingaútbúgvingina og HD, 1. part, sum vit eggja øllum okkara atstøðingum til at taka.
Í sambandi við tær árligu starvsfólkamenningarsamrøðurnar, sum øll starvsfólk í bankanum taka lut í, umrøða vit menning og útbúgving. Á henda hátt fær tað einstaka starvsfólkið høvi at ávirka arbeiðsmenningina ein veg, sum bæði sampakkar við áhugan hjá starvsfólkinum og gagnar Føroya Banka.