Pensjón
Pensjón er ein spurningur um tryggleika fyri teg og familjuna - bæði nú og í framtíðini. Hjá okkum kanst tú seta tína pensjón saman, so hon hóskar til títt lív og tíni ynski fyri framtíðina.
Rætta pensjónin til tín
Uttan mun til, hvat tú velur, kunnu vit hjálpa tær at seta røttu loysnina saman, soleiðis at tú kanst byrja at spara saman til pensjónstilveruna. Tá ið pensjónsaldurin nærkast, ráðgeva vit tær um, hvussu pensjónin skal útgjaldast, og hvussu samanspælið við almennu veitingarnar verður best.
Spar saman í góðari tíð
Annaðhvørt tú ynskir eina heildarloysn ella bert hevur tørv á einari pensjónskontu, kunnu vit hjálpa tær. Tú hevur eisini møguleika fyri at økja avkastið av tínari pensjón við at seta hana í íløgur.