Skulu tit giftast?

Avgerðin um at ganga saman í hjúnalag er helst ein hin størsta í tykkara lívi. Umframt vígslu, veitslu og brúðarvísu hevur hjúnabandið eisini ávísar fíggjarligar og løgfrøðiligar broytingar við sær.

Her kunnu tit lesa meira um, hvussu tit fáa ráð til dreymabrúdleypið og um tær formligu broytingarnar, ið henda, tá tit verða gift. Vit ynskja tykkum hjartaliga til lukku við komandi hjúnabandinum og vóna, at tit her á síðuni finna íblástur til at fyrireika stóra dagin og felags framtíðina.

 

Ráð til dreymabrúdleypið 

Annaðhvørt tit ynskja at halda eina stóra veitslu ella eina minni móttøku, kann tað skjótt gerast dýrt at halda brúdleyp. Les meira um, hvussu tit kunnu stýra útreiðslunum.

Fíggjarlig og løgfrøðilig viðurskifti

Tá tit játta at liva saman í mótgangi og viðgangi, lova tit samstundis at uppihalda hvørjum øðrum fíggjarliga. Les meira um formligu broytingarnar, ið hjúnabandið hevur við sær. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv