Ungdómsbankin
Í Ungdómsbankanum taka vit støði í tær millum 18-28 ár. Ungdómsbankin er snikkaður júst til tín sum ungan kunda, so at vit kunnu møta tær har, tú ert, og tá ið tú hevur tørv á okkum.
Óansæð um tú skalt flyta heimanífrá, ert lesandi, í læru ella hevur starv, so eru vit í Ungdómsbankanum til reiðar at vegleiða tær við støði í júst tínari støðu.
Ungdómsbanka-toymið
Meira enn ein banki
Vit vilja kveikja tína væntan til bankar við at vera meira enn ein banki. Vit ynskja ikki at avmarka okkum til bankavirksemi, men vilja hjálpa tær har, vit hava møguleika, og har, vit kunnu gera mun. Tí skipa vit millum annað fyri tiltøkum, ið hava til endamáls at geva tær gleði, kunnleika og at gera gerandisdagin lættari og eitt sindur stuttligari, soleiðis at tú kanst brúka orkuna uppá tað, ið hevur týdning fyri teg.
Ungdómsbankin
Sum kundi í Ungdómsbankanum fært tú alt tað besta
- Vælkomugáva - 2x atgongumerki til biograf við poppkorn-menu
- Ókeypis Mastercard (eisini við egnum sniði)
- Ókeypis Netbanka
- Ókeypis Visa/Dankort
- Ókeypis at stovna lán ella kreditt upp í 50.000 kr. (treytað av vanligari kredittmeting)
- Ókeypis kontur við lagaligum treytum
- Samansparingsrenta: 1,25%
- Ókeypis at veksla gjaldoyra
Hevur tú skil
á tínum pengum?
Tá mann er ungur, hevur mann ofta nógv annað at brúka tíðina til enn fíggjarligu viðurskifti – men vánalig fíggjarlig viðurskifti kunnu viðhvørt fylla sera nógv. Tí hava vit samlað nøkur góð ráð, ið kunnu hjálpa tær, soleiðis at tú kanst brúka orkuna til tað, ið hevur týdning fyri teg.