Lán til bústað

Møguleikarnir eru nógvir, tá ið tú skalt læna til nýggjan bústað ella gera ábøtur í núverandi bústaðinum. 

  • Bústaðarlán
  • Grønt bústaðarlán
  • Orkulán
  • Realkreditlán

Bústaðarlán

Tú kanst taka bústaðarlán, um tú skalt keypa ella umvæla tín bústað.

Rentan á Bústaðarláni er skiftandi og verður ásett eftir gongdini á fíggjarmarknaðinum. Tískil kann rentan hækka, og tá er neyðugt at hava pláss í fíggjarætlanini.

 

Annuitetslán ella seriulán
Sethúsafíggingin verður antin veitt sum annuitetslán ella seriulán. Við annuitetsláni hevur tú eins stór mánaðarlig lánsgjøld øll árini. Við seriuláni hevur tú fastar avdráttir, men gjøldini fyri rentur minka hvørt ár í samsvari við restskuldina.


Vit hjálpa tær við at gera møguleika til veruleika við eini heildarfígging, sum altíð er lagað eftir tínum tørvi.


Grønt bústaðarlán


Grønt bústaðarlán er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku. 

Verður tín bústaður hitaður við einari varandi orkuskipan, kanst tú leggja títt vanliga bústaðarlán um til eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt gerst tað bæði ein fyrimunur fyri umhvørvið og pengapungin. 

 Visti tú...

... at tú kanst gera størst mun við at skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan? 

Les meira um grønt bústaðarlán

 


Orkulán

Skalt tú skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan, kanst tú figgja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipanin er skift, kann vanliga bústaðarlánið síðan verða lagt um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu. Orkulánið kann eisini brúkast til aðrar orkusparandi ábøtur.

Umframt at bústaðurin fer at brúka minni av orku og sostatt gerst meira umhvørvisvinarligur, eru grønar loysnir eisini góðar fyri tín pengapung.

 

Læn upp til 500.000 kr.
Við einum orkuláni kanst tú læna upp til 500.000 kr. við eini afturgjaldstíð, ið er upp til 30 ár. Harafturat fært tú lagaliga rentu.


Orkulán kann nýtast til:

  • Bjálving av bústaði
  • Nýggj vindeygu
  • Nýggja tekju ella klædning
  • Nýggja ella alternativa orkuskipan


Realkredittlán

Eitt realkredittlán kann í mesta lagi vera 80% av virðinum av ognini. Hetta merkir, at tú mást fíggja hini 20% við einum bústaðarláni.

Tú kanst taka realkredittlán við fastari ella skiftandi rentu. 

Við fastari rentu verður títt mánaðarliga gjald tað sama, uttan mun til hvussu rentan háttar sær. 

Við skiftandi rentu verður rentan fastsett í 1-5 ár, vanliga til lægri rentu enn lán við fastari rentu. Tá tíðarskeiðið er runnið, verður rentan fastsett í eitt nýtt tíðarskeið, ella tú kanst velja at leggja lánið um til fasta rentu. Hvørja ferð rentan verður fastsett, verður mánaðarliga gjaldið roknað út av nýggjum. Mánaðargjaldið hækkar og lækkar tí í afturgjaldingartíðini.

Afturgjaldstíðin kann vera millum 15 og 30 ár, og møguleiki er at fáa avdráttarskáa upp í 5 ár.


Byggikredittur

Meðan tú ert undir undir bygging ella umbygging, mást tú taka ein byggikreditt. Byggikreditturin er ein fyribils fígging, sum fíggjar byggingina við eini kappingarførari rentu, so hvørt sum arbeiðið gongur framá. Eftir lokna bygging verður byggikreditturin umlagdur til eitt lán við afturgjaldstíð.


Lán til lutaíbúð

Tá ið tú skalt hava fígging til eina lutaíbúð, fært tú lán frá bankanum og ikki gjøgnum eitt kredittfelag. Hetta merkir sostatt, at lánið verður við skiftandi rentu.

Keyp bústað í Danmark

Vit hava vitanina og kunnu ráðgeva tær um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í sambandi við bústaðarkeyp í Danmark.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv