Grønt bústaðarlán
Grønt bústaðarlán er til tín, ið hevur sethús ella íbúð, ið verður hitað við varandi orku.
Verður tín bústaður hitaður við einari varandi orkuskipan, kanst tú leggja títt vanliga bústaðarlán um til eitt grønt bústaðarlán og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt gerst tað bæði ein fyrimunur fyri umhvørvið og pengapungin.
Visti tú...
... at tú kanst gera størst mun við at skifta oljufýringina út við eina grøna orkuskipan?
Grøn orkuloysn
- ein góð íløga fyri umhvørvið og pengapungin
Grønar orkuskipanir eru til dømis hitapumpur, jarðhiti og fjarhiti, ið brúka varandi orku. Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldið ikki brúkar oljufýring.
Set teg í samband við tín ráðgeva, um tú hevur eina varandi orkuskipan. So kanst tú skifta vanliga bústaðarlánið um við grøna bústaðarlánið og harvið fáa eitt bíligari lán.
Umlegging til grøna orku loysir seg
Niðanfyri eru trý dømi um sparing, tá ið eini vanlig sethús fáa jarðhita eftir at hava brúkt 3.000 litrar av olju um árið. Tað svarar til 7.680 kg. í CO2-útláti.
- Um húsini ikki hava atgongd til grønan streym - t.d. standa í Skúvoy - lækkar árliga CO2-útlátið niður í 4.083 kg.
- Um húsini fáa streym frá SEV - sum í dag í miðal er 40% grønur og 60% svartur - lækkar árliga CO2-útlátið niður í 2.450 kg.
- Um húsini standa í framtíðar Føroyum - har streymframleiðslan er 100% grøn - lækkar CO2-útlátið niður í 0 kg. um árið.
Í øllum trimum førum er árliga sparingin áleið 3.000 kr. um árið, um íløgan í jarðhitaskipan er fíggjað við einum orkuláni, og tá ið støði verður tikið í dagsins olju- og elprísum.
Kelda: Umhvørvisstovan
Orkulán til orkusparandi ábøtur
Skalt tú skifta oljufýringina út við eina varandi orkuskipan, kanst tú figgja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipanin er skift, kann vanliga bústaðarlánið síðan verða lagt um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu. Orkulánið kann eisini brúkast til aðrar orkusparandi ábøtur.
Spurningar og svar
Eg eri nýggj á arbeiðamarknaðinum og hugsi um at byggja. Hvørji grøn val skal eg taka?
Bjálva húsini væl, so tey ikki brúka ov nógva orku og vel eina grøna hitaloysn. Tað er altíð eitt gott hugskot at tosa við ein serfrøðing, sum kann meta um, hvør loysn hóskar best til tín tørv.
Nær kann eg fáa grønt bústaðarlán?
Tú skalt lúka tær treytir, sum bankin setir fyri at fáa grønt bústaðarlán. Eitt nú skal bústaðurin hava varandi orku.
Gera grønar orkuloysnir nakran mun?
Kanningar vísa, at mannaættin dálkar illa, og at hetta hevur eina ávirkan á Jørðina. Grønar loysnir eru góðar fyri umhvørvið, loysa seg fíggjarliga og halda minst líka leingi sum aðrar loysnir.
Hvat skal eg hugsa um, áðrenn eg fái mær orkulán ella bústaðarlán?
Tosa við veitarar av orkuskipanum, sum kunnu gera eina meting av, hvør loysn hóskar best til tín tørv. Annars kann tað vera trupult hjá tær at vita, hvør loysn er best egnað.
Kann eg fáa orkulán og grønt bústaðarlán til summarhús?
Ja, tú kanst fáa lán til allar ognir, sum eru hitaðar við varandi orku.
Verður lánið hjá mær sjálvvirkandi lagt um til grønt bústaðarlán, um eg havi fjarðhita ?
Tú skal biðja um at fáa lánið umlagt. Føroya Banki kann ikki vita, hvørjar orkuloysnir hvør einstakur kundi hevur. Tí skal kundin sjálvur biðja um at fáa lánið lagt um til eitt grønt bústaðarlán.