Pensjónslívið
Gleðir tú teg til at kunna ferðast meira ella til at fáa meira tíð til ítriv og barnabørn? Uttan mun til, hvussu tú ynskir at liva pensjónstilveruna, er tað ein stórur fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur ráð til at liva tað lívið, sum tú ynskir, tá tú ert farin frá fyri aldur.
Kravd samansparing
Í Føroyum er tað lógarkrav, at øll í arbeiði spara saman til pensjón. Kravið er, at tú í 2024 rindar í minsta lagi 10 prosent av lønini í pensjón. Prosenttalið hækkar við 1 prosenti á hvørjum ári inntil í 2026, tá tað er 12 prosent. Inngjaldið kann tó hækkast skjótari, og summi flyta longu fulla upphædd, 12% av lønini.
Hvussu nógv skalt tú spara saman?
Um tú fegin vilt varðveita ein ávísan livifót, tá ið tú fert frá fyri aldur, eru 10% í pensjónssamansparing helst ikki nøktandi. Tí er tað avgerandi, at tú gert tær greitt, hvat tú vilt hava ráð til. Um tú tosar við okkum um tíni ynskir, kunnu vit seta eina pensjónssamansparing saman, so hon hóskar til tín tørv.