Søga
Løgtingsmaðurin og kongsbóndin, Ólavur á Heygum, tók stig til at stovna Føroya fyrsta banka í 1903. Hetta árið legði hann uppskot fyri løgtingið um at velja eina nevnd at kanna møguleikarnar at stovna ein banka. Løgtingið útsetti málið í eitt ár, men í 1904 legði Ólavur á Heygum sama uppskot fram aftur, og tá varð tað samtykt. Ein nevnd við fimm limum fekk til uppgávu at kanna málið gjøllari, og Ólavur á Heygum gjørdist formaður í nevndini.
Føroya Banki stovnaður
Løgtingsnevndin við Ólavi á Heygum metti ikki, at nóg mikið av peningi var í Føroyum til at stovna ein sjálvstøðugan, føroyskan banka, og 12. august í 1904 bað nevndin Den danske Landmandsbank stovna eina deild í Føroyum.
Landmandsbankin helt ikki, at tað var rætt at stovna eina deild í Føroyum, men vildi heldur stovna ein sjálvstøðugan banka. Tann 2. februar í 1906 varð Føroya Banki stovnaður, og 1. mars í 1906 fór bankin til verka í Niels Finsensgøtu í Havn. Landmandsbankin átti tá 95 prosent av partapeninginum og føroyskir partaeigarar hini fimm prosentini.
Sjóvinnubankin stovnaður
Í 1929 stovnaðu menn í Føroya Skipara- og Navigatørfelag ein grunn, sum skuldi fíggja ta skjótt vaksandi fiskivinnuna. Grunnurin nevndist Sjóvinnulánsgrunnurin. Felagið beyð øllum føroyingum at seta pengar í grunnin, og fleiri settu pengar í hann. Í 1931 skeyt Chr. Holm Jacobsen, keypmaður, upp fyri Skipara- og Navigatørfelagnum at stovna ein banka við peninginum úr Sjóvinnulánsgrunninum. Tann 6. oktober í 1932 avráddi nevndin í Sjóvinnulánsgrunninum at stovna P/F Sjóvinnubankan. Stjóri í bankanum gjørdist tann 33 ára gamli Thorstein Petersen. Sjóvinnubankin læt upp í Gongini í Havn 15. desember í 1932 og fór beinanvegin at kappast við Føroya Banka.
Bankarnir samanlagdir
Føroya Banki og Sjóvinnubankin kappaðust, til teir vórðu samanlagdir 11. apríl í 1994. Samanleggingin var úrslit av, at Føroya Landsstýri gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992 gjørdist meirilutapartaeigari í báðum bankunum árið fyri. Samanlagdi bankin helt fram við navninum hjá Føroya Banka og fekk sær búmerkið og litirnar hjá Sjóvinnubankanum.
Føroya Banki hevði aftaná samanleggingina stóra framgongd og mentist støðugt næstu árini.
Í 2007 varð grafiski samleiki bankans endurskoðaður, og Føroya Banki gjørdi av at lata seg í nýggjan búna við nútímans grafiskari útsjónd. Búmerkið við gamla sjómanninum fór í søguna, men navnið Føroya Banki varð varðveitt. Høvuðsliturin gjørdist bláur, og navnið varð nú skrivað við hvítum á eina svarta tíðarlinju. Sama ár varð Føroya Banki tvískrásettur á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi og Danmark.
Keypið av deildum hjá Sparbank
Í februar 2010 keypti Føroya Banki deildarnetið hjá Sparbank í Grønlandi umframt níggju deildir hjá Sparbank í Jyllandi og á Fyn. Við keypinum fekk Føroya Banki fótin innum á danska marknaðinum, og virksemið hjá bankanum vaks 50 prosent eftir einum degi. Hóast fíggjarkreppan rakti nógvar bankar meint, megnaði BankNordik í 2010 at fáa besta úrslitið í søgu bankans.
Á ársaðalfundi bankans tann 29. mars 2010 varð avgerð tikin um at broyta navn bankans til BankNordik. Sjálvt navnaskiftið fór fram tann 1. september 2010. Nevnd og stjórn mettu navnabroytingina vera ein natúrligan og týdningarmiklan lið í menningini av bankanum, og við nýggja navninum varð landafrøðiliga og strategiska víðkanin av virkisøki bankans endurspeglað. Felags navn og samleiki á øllum marknaðum styðjar uppundir strategi bankans um at vera ein sterkur viðleikari í útnorðri og Danmark.
Keypið av sunnu pørtunum av Amagerbanken
Í samsvar við vakstrarætlan bankans yvirtók bankin tann 1. juli 2011 sunnu partarnar av Amagerbanken. Sostatt gjørdust upp aftur 90.000 kundar, 13 deildir og 200 starvsfólk í Danmark partur av BankNordik samtakinum. Við hesum fekk bankin samstundis eitt økt virksemisgrundarlag á danska marknaðinum.
Virksemi bankans varð sostatt økt munandi, og haraftrat varð bankin vorðin altjóðagjørdur við børsskráseting. Inntil 2021 fevndi virksemið hjá samtakinum um bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi umframt tryggingar- og meklaravirksemi í Føroyum.
Sølan av danska virkseminum
Tann 1. februar 2021 varð danska virksemið hjá bankanum selt til Spar Nord. Áðrenn sølan varð framd, hevði bankin gjørt stór framstig á danska marknaðinum, men hækkandi kapitalkrøvini - ið BankNordik sum SIFI-peningastovnur (Systemically Important Financial Institution) skal lúka - høvdu við sær, at bankin skuldi vera betur bjálvaður enn kappingarneytarnir á danska marknaðinum. Kapitalkrøvini vóru sostatt ein vansi fyri møguleikarnar hjá bankanum at standa seg í kappingini við aðrar danskar peningastovnar.
Í Føroyum og Grønlandi virkar bankin undir á leið somu treytum sum kappingarneytarnir, og tí eru kapitalkrøvini ikki ein avbjóðing fyri kappingarførið á teimum marknaðunum. Eftir søluna av danska virkseminum hevur bankin hugsavnað seg um at røkja góða sambandið við viðskiftafólkini og at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og Grønlandi. Málið er at varðveita góðu marknaðarstøðuna í Føroyum og at skapa lønandi vøkstur í Grønlandi.
Í dag starvast umleið 240 fólk í samtakinum, sum hevur høvuðssæti í Tórshavn. Í Føroyum eru deildirnar fimm í tali, og í Grønlandi hevur bankin eina deild.