Eftirlønarkonta

Eftirløn er løn, sum tú hevur spart tær saman til og fært útgoldið, tá ið tú gevst at arbeiða fyri aldur. 

Kravd samansparing

Í Føroyum er tað lógarkrav, at øll spara saman til pensjón. Kravið er, at tú í 2022 rindar í minsta lagi 8 prosent av lønini í pensjón. Prosenttalið hækkar við 1 prosenti á hvørjum ári inntil í 2026, tá tað er 12 prosent. Inngjaldið kann tó hækkast skjótari, og summi flyta longu fulla upphædd, 12% av lønini.

Eftirlønarsamansparingin er tín persónliga ogn

Tú hevur kortini ikki ræði á henni og kanst ikki taka hana út í úrtíð. Eftirlønarsamansparingin kann heldur ikki latast, veðsetast ella verða nýtt sum mótrokning fyri møguligum kravi frá eftirlønarveitara.

Fá ráð til ta pensjónstilveru, tú ynskir

Uttan mun til, hvussu tú ynskir at liva pensjónstilveruna, er tað ein stórur fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at tú hevur ráð til at liva tað lívið, sum tú ynskir, tá tú ert farin frá fyri aldur.

Til tín, ið skjótt skalt pensjónerast

Vit vita, at livialdurin hækkar, og tí má pensjónssamansparingin eisini røkka í fleiri ár enn áður. Tí er alneyðugt at leggja pensjónina væl til rættis, so kassin ikki verður tómur, tá ið árini verða mong.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv