
Kom í læru hjá okkum
Í løtuni leita vit eftir næmingum til okkara deildir í Havn, Saltangará, Miðvági og á Tvøroyri at byrja eftir summarfrítíðina. Sum næmingur hjá okkum fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans fyritøku við virksemi í Føroyum og Grønlandi.
Hvørjum leita vit eftir?
Fyri at fáa lærupláss hjá okkum skalt tú hava miðnámsskúlaprógv. Vit vænta, tú hevur áhuga fyri búskaparfrøði, ert sjálvstøðug/ur, málrættað/ur, búgvin og hevur hug at samskifta við nógv ymisk fólk. Sum persónur ert tú positivur, útvendur, forvitin og miðvísur, umframt at tú ert væl skipaður og megnar at halda greiðu á nógvum uppgávum samstundis. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvssroyndir innan kundatænastu.
Lærutíðin er tvey ár og er bæði ástøðilig og praktisk. Útbúgvingin gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á.
Eftir lokna lærutíð
Tá ið lærutíðin er av, ert tú útlærdur bankaatstøðingur og kanst søkja fast starv hjá okkum. Fært tú fast starv, eru fleiri møguleikar fyri víðari útbúgving. Eftir tvey ára lærutíð hevur tú lært nógv um bankavirksemi, men ikki alt.
Samfelagsgongdin sum heild og tøkniliga menningin hava við sær, at tú kanst útbúgva teg upp aftur betur. Vit mæla til, at tú gert hetta bæði fyri teg og bankan.
Um okkum
Føroya Banki er eitt sterkt føroyskt samtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi og tryggingarvirksemi í Føroyum. Hetta ger tað bæði avbjóðandi og fjølbroytt at starvast í bankanum. Møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru nógvir, og tú kanst skapa tær eina spennandi yrkisleið.