Lívstryggingar
Um tað ringasta skuldi hent, er týdningarmikið at hava røttu tryggingarnar. Við lívstryggingum kanst tú tryggja teg og tína familju, soleiðis at tit ikki noyðast at stúra fyri tí fíggjarliga, um tit verða rakt av óhappi ella sjúku.
Afturat lívstryggingunum, ber til at tekna ískoytistryggingar, so sum trygging fyri ávísar hættisligar sjúkur og óarbeiðsføristrygging. Tryggingarnar verða teknaðar gjøgnum LÍV, sum við teirra samlagstrygging kunnu bjóða bíligari tryggingar.
Lívstrygging
Um tú skuldi fallið frá, verður ein upphædd goldin út til tey, ið sita eftir, ella verður upphæddin goldin inn á tína skuld.
Ávísar hættisligar sjúkur
Ein upphædd verður goldin út, um tú ella barn títt verða rakt av hættisligari sjúku.
Les um Ávísar hættisligar sjúkur her
Óarbeiðsføristrygging
Kann tryggja tær eina mánaðarliga skattafría inntøku, so leingi óarbeiðsførið varar.
Les meira um Óarbeiðsføristrygging her
Trýst á knøttin niðanfyri fyri at finna skjøl og oyðubløð, sum tú skalt fylla út fyri at søkja um lívstrygging.