Viðgerð av persónupplýsingum
Føroya Banki veitir fíggjarligar heildarloysnir í Føroyum og Grønlandi. Í Føroya Banka skilja vit, hvussu umráðandi tað er fyri teg, at tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, verða handfarnar rætt. Verja av tínum persónupplýsingum er okkara ábyrgd, og hana taka vit í størsta álvara.
Her kanst tú lesa meiri um, hvussu vit innsavna, viðgera og verja tínar persónupplýsingar og um hvørji rættindi, tú hevur. Vit vita, at verja av persónupplýsingum áhaldandi skal røkjast, og tí dagføra vit av og á hesa síðu, t.d. tá ið vit broyta, hvussu vit viðgera persónupplýsingar, ella tá ið vit seta nýggjar reglur ella mannagongdir í verk.
Niðanfyri lýsa vit, hvussu vit viðgera persónupplýsingar, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu. Kunna teg eisini um, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, tá ið tú:
- ert kundi í Føroya Banka (Kunning um viðgerð av persónupplýsingum)
- søkir starv í Føroya Banka
Soleiðis savna og viðgera vit upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu
Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at finna brek á servarum okkara og til at umsita heimasíðuna, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni. Tá ið tú brúkar ein roknara ella fyllir oyðubløð út á heimasíðuni, goyma vit tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fáa samband við teg, um tú hevur biðið um at fáa samband við ein ráðgeva. Tað kann t.d. vera títt navn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
-
Rætturin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
-
Rætturin til rætting: Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
-
Rætturin til striking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
-
Rætturin til viðgerðaravmarking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
-
Rætturin til dátuflutning: Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
-
Rætturin til mótmæli: Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
-
Rætturin til ikki at vera fyri individuellari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð
Umbønin verður svarað skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti so sum nøgd og torgreidni gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært serstøk boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.
Samband og kæra
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, ella um hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
Teldupostur: dpo@bankin.fo
Oknarvegur 5, Postboks 3048
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 330 330
Tú kanst eisini lata Dátueftirlitinum klagu, sí nærri upplýsingar á www.dat.fo.