Lán til bil
Eitt billán er millum tær mánaðarligu útreiðslurnar, ið hava størst ávirkan á tíni fíggjarviðurskifti.
Umframt prísin á sjálvum bilinum, skalt tú eisini hava útreiðslur til trygging, veggjald, brennievni, viðlíkahald og tílíkt í huga.
Tá ið tú skalt hava lán til nýggjan bil, er neyðugt at hava minst 20% í eginpeningi. Hetta er bæði galandi til vanligt billán og til elbillán. Rentan á láninum er skiftandi. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 7 ár fyri nýggjar bilar, og tá tú keypir brúktan bil, verður hon ásett eftir aldrinum á bilinum.
Elbillán
Rentan á elbilláninum er væl lægri enn á vanliga billáninum, og tað ber til at læna pening til bæði bíligar og dýrari elbilar.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um teir fíggjarligu fyrimunirnar, sum tú kanst fáa við einum láni til elbil.
Tosa við okkum
Ætlar tú at keypa bil, ert tú vælkomin at tosa um okkum. Vit hava drúgvar royndir við at ráðgeva øðrum í somu støðu.
Ring 330 330 - tað kostar einki at spyrja.