Rætta gjaldskortið til tín
Hjá okkum fært tú tey gjaldskort, tær tørvar. Vit bjóða fleiri ymisk kort, sum eru hent at hava - bæði her heima, og tá tú skalt út at ferðast.
VISA/Dankort er eitt gjaldskort, sum kann nýtast á fleiri enn 22 mió. gjaldsstøðum kring heimin. Mastercard kann somuleiðis brúkast um allan heim.
Tvey kort við at ferðast
Tað er eitt gott hugskot at hava meira enn eitt gjaldskort við, tá tú fert uttanlands. So kanst tú kenna teg tryggari, um annað kortið verður burtur ella gerst óvirkið á ferðini. Skalt tú leiga bil, er tað skilagott at hava eitt kredittkort við, tí bilaútleigarar krevja ofta, at goldið verður við kredittkorti. Les meira um at ferðast við korti.