Burðardygd og samfelagsábyrgd 

Sum ein av størstu peningastovnunum í landinum og eisini arbeiðspláss hjá meira enn 200 starvsfólkum hava vit stóra samfelagsábyrgd. Tað er tí púra natúrligt, at vit raðfesta burðardygd høgt til frama fyri bæði umhvørvið og borgarar í Føroyum.

Okkara leiklutur er at veita fíggjarligar tænastur og at reka okkara banka- og tryggingarvirksemi effektivt og ábyrgdarfult. Í sambandi við grønu umleggingina royna vit tí áhaldandi at menna og veita fíggjarligar tænastur, sum stuðla undir grøna orkuskiftið og eina burðardyggari framtíð.

Á henda hátt skapa vit virði saman við okkara kundum, starvsfólkum, íleggjarum og nærsamfelaganum.

Okkara áhugabólkar


Kundar
Í tí umskiftiliga nútíðarsamfelagnum leggur Føroya Banki seg eftir at seta kundan í miðdepilin og menna varandi kundasambond við støði í ábyrgd og sínámillum áliti, sum gagnar báðum pørtum. Av tí at tað einstaka kundasambandið er grundarlagið undir okkara handilsskapi, er kundin ein natúrligur liður í samfelagsábyrgdini hjá bankanum. Les meira.

Starvsfólk
Tað er umráðandi fyri Føroya Banka sum arbeiðsgevara at varðveita og draga at sær dugnalig og heilhugað starvsfólk, sum hava áræði og førleika at reka eina virðisskapandi fíggjarfyritøku. Tí vilja vit skapa fyritreytirnar fyri einum góðum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har førleikamenning og trivnaðartiltøk støðugt styðja uppundir. Vit ásanna, at tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk hava eina sunna javnvág millum arbeiðslív og privatlív, og eru tilvitað um, at trivnaðurin og heilsan hjá starvsfólkunum eru av størsta týdningi, um Føroya Banka-samtakið skal vera kappingarført í fíggjargeiranum í framtíðini. Les meira.

Íleggjarar
Íleggjarar krevja gjøgnumskygni – og serliga í sambandi við burðardygga økið. Tí er tað umráðandi, at vit fylgja altjóða treytum og hava krøvini frá okkara íleggjarum í huga í okkara arbeiði. Vit skapa størst virði fyri okkara íleggjarar við at hava ein virknan leiklut í heimssamfelagnum, og hetta gera vit millum annað við støði í París-avtaluni frá 2015 og teimum 17 heimsmálunum hjá ST.  

Nærsamfelag
Gjøgnum alla sína meira enn 100 ára longu søgu hevur Føroya Banki havt djúpar røtur í nærsamfelagnum og givið sítt íkast til ta sosialu, mentanarligu og búskaparligu menningina, har sum bankin hevur verið virkin. Vit leggja okkum eftir at stuðla tiltøkum, ítróttafeløgum og mentanarlívi í teimum nærsamfeløgum, vit eru virkin í. Les meira.

Frágreiðingar

At taka samfelagsábyrgd er ein inngrógvin liður í strategiini hjá BankNordik - at skapa virði fyri allar samtaksins áhugapartar.

Heimsmálini hjá ST


Við støði í teimum fýra áhugabólkunum taka vit undir við og stuðla heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Í alsamt størri mun hava altjóða myndugleikar, vinnufeløg og aðrir felagsskapir tikið menningarmálini til sín, og hesa stevnuskrá vilja vit eisini at arbeiða fyri til tess at skapa eina betri og burðardyggari framtíð. Vit hava greinað tey
17 heimsmálini við atliti at okkara egna virkisøki, og hava valgt at leggja dent á fimm útvald stevnumið:

  • Dygdargóð útbúgving (nr. 4)
  • Javnstøða millum kynini (nr. 5)
  • Sømiligt arbeiði og búskaparvøkstur (nr. 8)
  • Burðardyggir býir og býlingar (nr. 11)
  • Veðurlagsátøk (nr. 13)

Tað er okkara meting, at størst úrtøka fæst við at hugsavna orkuna og serkunnleikan hjá bankanum um hesi fimm málini. Í burðardygdsfrágreiðingunum hjá BankNordik ber til at kunna seg nærri um átøk, ið styðja uppundir hesi stevnumið. ESG-frágreiðingar hjá BankNordik vísa, hvussu vit ítøkiliga arbeiða við at flyta okkum fram á eina burðardyggari kós.

 

Um samtakið

Les meira um virksemið hjá samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Nevnd

Nevndin í BankNordik hevur evstu ábyrgd av samtakinum.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðslu bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv