Um samtakið
Føroya Banki hevur deildir í Føroyum og Grønlandi og veitir fíggjartænastur til privatkundar og vinnulív. Harumframt reka dótturfeløgini Trygd og Skyn ávikavist skaðatryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi. Eisini hevur samtakið dótturfelagið NordikLív, sum er eitt føroyskt lívstryggingarfelag. Føroya Banki hevur høvuðssæti í Tórshavn og er børsskrásett á Nasdaq Copenhagen.
Sum kundi hjá okkum fært tú allar fíggjartænastur, ið bæði gera tær gerandisdagin lættari, og sum hjálpa tær, tá ið størri peningaligar avgerðir skulu takast; eitt nú í sambandi við bústaðarkeyp, íløgur og pensjón. Prísirnir eru kappingarførir, og jú fleiri fíggjarviðurskifti, tú savnar hjá okkum, tess bíligari verður tað fyri teg.
Vit leggja stóran dent á at veita ráðgeving, sum er løtt at skilja. Á tann hátt fært tú bestu fortreytirnar fyri at taka røttu fíggjarligu avgerðirnar, og tú økir møguleikarnar fyri at fáa sum mest burturúr.
Banki í meira enn 100 ár
Í fleiri enn 100 ár hava vit ráðgivið okkara kundum - bæði í viðráki og mótgongd. Alt okkara virksemi og øll ráðgeving byggir á kjarnuvirðini: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Samtakið hevur ment seg nógv seinastu árini, og vit virka fyri at at reka eitt ábyrgdarfult og effektivt virksemi, ið bæði skapar virði og gagnar kundum, starvsfólkum, íleggjarum og nærsamfelagnum.