Onnur lán

Nýtslulán


Við rokniamboðnum niðanfyri kanst tú rokna teg fram til, hvussu nógv tað fer at kosta tær í mánaðarligum lánsgjaldi, um tú tekur eitt nýtslulán.


Samanbering av ymsum tilboðum
Skalt tú samanbera ymisk tilboð frá ymsum lániveitarum, so er tað ÁKP, sum skal samanberast, tí tá er hædd tikin fyri øllum kostnaðum. Tað ber sostatt ikki til at samanbera renturnar, um tú skalt samanbera, hvat tilboð er tað besta.


5 góðir pengavanar

  • Legg eina fíggjarætlan - og halt teg til hana
  • Slepp tær av við óneyðugar útreiðslur
  • Minst til, at snarlán og onnur nýtslulán eru serliga dýr
  • Minka um bráðkeyp og dýrar skundverðir
  • Spar saman

Lán til lutaíbúð

Hugsar tú um at keypa eina lutaíbúð, men manglar tær kanska fígging?

Tá ið tú skalt hava fígging til eina lutaíbúð, fært tú lán frá bankanum og ikki gjøgnum eitt kredittfelag. Hetta merkir sostatt, at lánið verður við skiftandi rentu.
Harafturat er tað umráðandi, at tú hevur eina góða fíggjarstøðu, soleiðis at rúm er fyri eini møguligari rentuhækking.

 

Aðrir roknarar

Føroyskir pengar kontant

Samansparing

Billán

Bústaðarlán

Gjaldoyra

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv