Netbankin

Við netbankanum er lætt at avgreiða tíni bankaviðurskifti, tá tær lystir.

Yvirlit yvir tíni fíggjarviðurskifti

Netbankin er ein løtt, trygg og ókeypis loysn, ið gevur tær samlaða yvirlitið yvir tíni fíggjarviðurskifti. Tú sparir bæði tíð og ómaksgjøld, tá ið tú gagnnýtir nógvu møguleikarnar, ið netbankin hevur at bjóða.

Stutt og greitt um netbankan

Við netbankanum kanst tú:

  • Fáa yvirlit yvir tínar kontur og bókingar
  • Flyta pening og gjalda rokningar
  • Stovna og broyta í gjaldsavtalum
  • Síggja tína pin-kotu og sperra kort
  • Síggja bústaðarlán
  • Keypa og selja partabrøv
  • Samskifta beinleiðis og trygt við tín kundaráðgeva
  • Skriva undir skjøl frá bankanum

Í netbankanum kanst tú eisini


Røkta virðisbrøv og íløgur

Við netbankanum ber til at keypa og selja virðisbrøv, tá tær lystir fyri ein væl lægri kostnað. Eisini kanst tú í friði og náðum fylgja tínum íløgum og samanbera tær við onnur virðisbrøv, soleiðis at tú altíð hevur fult yvirlit yvir tínar íløgur.

Samskifta við ráðgevan

Tú kanst samskifta beinleiðis við tín kundaráðgeva umvegis netbankan - tað er lætt og trygt. Tað er líka lætt sum at senda eitt vanligt teldubræv, men trygdin er betri. Eisini kanst tú trygt senda ymisk skjøl umvegis netbankan.

Telefon Glasir

Samskift við ráðgevan

Tú kanst samskifta við tín ráðgeva trygt og lætt umvegis Netbankan.

Trygd í Netbankanum

Í BankNordik leggja vit stóran dent á trygdina í Netbankanum.

Hjálp til Netbankan 

Her fært tú vegleiðing til allar funkur í Netbankanum.

Handil í netbankanum

Í netbankanum kanst tú røkta og fylgja við tínum íløgum alt samdøgrið.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv