Trygdin í Netbankanum
Í BankNordik leggja vit stóran dent á trygdina í Netbankanum. Allar upplýsingar eru gjørdar ólesiligar (krypteraðar), so at eingin annar fær innlit í tær. Somuleiðis er skipanin uppbygd við loynitali og Samleikanum, so onnur ikki skulu sleppa framat tínum upplýsingum.
Loynitalið og Samleikin eru í veruleikanum tín undirskrift, og tí mást tú ansa væl eftir teimum.
Umráðandi at verja tínar upplýsingar
Við at fylgja nøkrum einføldum leiðreglum kanst tú vera við til at verja tínar upplýsingar:
-
Nýt eitt anitivirusforrit, sum verður dagført sjálvvirkandi og altíð er virkið
-
Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk
-
Nýt ein persónligan firewall á telduni
-
Far ikki inn á leinki og lat ikki viðfestar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, um tú ikki veitst, hvør sendarin er
-
Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt ikki er rætt
-
Um tú hevur illgruna til møguligan virus á telduni, eigur tú at bíða við at brúka Netbankan til trupulleikin er loystur
-
Ver altíð sera varin við at lata persónligar upplýsingar umvegis netið, t.d. í telduposti ella umvegis heimasíðu. Tryggja tær altíð, at teldupostbústaðurin hjá móttakaranum er rættur, áðrenn tú sendir
-
Tak bert niður forrit frá netinum, sum eru frá álítandi keldum og heimasíðum
-
Trygg loyniorð eru týdningarmiklasta verndin av tínum persónligu upplýsingum. Minst til at halda tey loynilig og at nýta loyniorð, ið eru torfør at gita. Nýt tí ikki føðingardag ella tílíkt sum loyniorð
Ansa eftir følskum boðum
Vit uppliva javnan, at svikarar senda sokallað phishing-boð umvegis teldupost ella sms til vanligar føroyingar