At vera næmingur í bankanum

Føroya Banki er eitt av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum. Hetta setir krøv til okkum, og vit leggja tí stóra orku í at bjóða eitt umhvørvi við møguleikum, har øll trívast og mennast.

Næmingar eru ein sjálvsagdur partur av umhvørvinum í bankanum. Sum næmingur í Føroya Banka fært tú eina holla og nútímans útbúgving í einum altjóða arbeiðsumhvørvi við spennandi avbjóðingum.

Ásbjørg Hjelm um at vera næmingur í Føroya Banka

"Eg valdi at søkja læruplássið, tí Føroya Banki er ein stór og framkomin fyritøka, og eg sá spennandi møguleikar viðvíkjandi menning og lærdómi. Eg havi stóran áhuga fyri fíggjarheiminum, og útbúgvingin spennir vítt innan tøl og samskifti, og tí er hetta júst rætta leiðin fyri meg. Uppgávurnar í Føroya Banka eru sera ymiskar frá deild til deild, og tí er tað spennandi at sleppa runt á ymsu deildirnar og fáa innlit í, hvørjar uppgávur eru í bankanum. Fyrimunurin við at flyta runt millum deildirnar er, at man lærir arbeiðsplássið betur at kenna og veit, hvønn man skal venda sær til, um ivamál stinga seg upp. Harafturat havi eg fingið innlit í fleiri økir og eisini fleiri arbeiðsuppgávur, sum hava gjørt tíðina sum næmingur í Føroya Banka bæði gevandi og fjølbroytta."

Ásbjørg um útbúgving og starvsfelagar

Tað, sum mær dámar sera væl við útbúgvingini, er, at teori og praksis ganga hond í hond. Stóri parturin av útbúgvingini er at sita við uppgávum og læra skipanir, produktir, tankagongd og arbeiðshættir at kenna. Tá ið vit koma í skúla, verður ofta dentur lagdur á tað evnið, sum hevur verið arbeitt við í praksis frammanundan. Hetta ger, at man hevur lættari við at seta teori og praksis saman.

Harafturat er útbúgvingin eisini áhugaverd á tann hátt, at hon gevur tær góðar møguleikar at taka fleiri útbúgvginar innanhýsis í bankanum og góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum aftan á lesnaðin.

Eg eri á deildini í Klaksvík, og her havi eg dugnaligar, fittar og opnar starvsfelagar, ið við gleði ynskja at hjálpa mær og læra meg tær uppgávurnar, sum fyriliggja. Eisini havi eg fingið fleiri arbeiðsuppgávur og gott innlit í fleiri økir á deildini, sum gera gerandisdagin spennandi.

Barbara Danielsen um at vera næmingur í Føroya Banka

"Mín áhugi fyri fíggjarheiminum, og hvussu hesin hongur saman, var orsøkin til, at eg valdi at søkja lærupláss í bankanum. Eg ynskti at vita meira um hesa vinnugreinina. Hesi tvey árini sum næmingur hava verið spennandi, mennandi og avbjóðandi. Tú lærir sum næmingur at taka sjálvstøðugar avgerðir, og tú møtir kundum í ymiskum støðum í lívinum. Tað er t.d. kundar, ið skulu keypa ella byggja hús og skulu taka støðu til, hvørja fígging tey ynskja. Eisini fært tú, sum næmingur í bankanum, eina breiða vitan um ymisk týdningarmikil evni so sum tryggingar, pensjón og íløgur. Størsti parturin av útbúgvingini gongur fyri seg á arbeiðsplássinum, og er undirvísing nakrar dagar um mánaðin. Tað, ið mær dámar væl við hesum leistinum, er, at tú longu ert á arbeiðsmarknaðinum og sleppur at royna teoriina í praksis hvønn dag. Sum næmingur koma vit runt á flestu deildum bankans, og tað, ið var serliga feitt var, at vit næmingar eisini komu til Danmarkar at vitja deildir har."

Barbara um útbúgving og starvsfelagar

Føroya Banki er eitt gott arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum. Eg varð væl móttikin og kendi meg beinanveg sum part av einum stórum felagsskapi, ið trívist væl saman við hvørjum øðrum.

Eftir lokna lærutíð ber til at søkja fast starv í bankanum og síðani eru góðir møguleikar at úbúgva seg víðari innan bankaverðina. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at eg valdi at søkja sum næmingur í bankanum, tí starvsmøguleikarnir eru breiðir.

Úbúgvingin

Les meira um, hvussu útbúgvingin er skipað.

Próvtøka

Kunna teg um próvtøkurnar, sum eru í sambandi við útbúgvingina.

Løn og arbeiðstíð

Hvussu leingi, og hvussu nógv? Fá meira at vita her.

To kvinder kigger på computerskærm på kontor

Okkara arbeiðspláss

Fá meira at vita um BankNordik sum arbeiðspláss.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv