Søgan í árstølum
1906 Føroya Banki verður stovnaður.
1929
Føroya Skipara- og Navigatørfelag stovnar Sjóvinnulánsgrunnin.
1931
Chr. Holm Jacobsen mælir til at stovna banka við pengum úr Sjóvinnulánsgrunninum.
1932
Sjóvinnubankin verður stovnaður.
Tryggingarfelagið Trygd verður stovnað.
1952
Sjóvinnubankin letur aftur í tríggjar vikur í februar vegna húsagang. Bankin verður endurreistur við nýggjari leiðslu.
1967
Edv-útbúnaðurin á Elektron verður tikin í nýtslu.
1979
Bankarnir fara at avgreiða kundar við diskin á online-skipanum.
1992
6. oktober verður kunngjørt, at landsstýrið í samstarvi við donsku stjórnina hevur bjargað Sjóvinnubankanum undan húsagangi við nýggjum kapitali.
1993
Landsstýrið keypir meirilutan av partabrøvunum í Føroya Banka frá Den Danske Bank.
Landsstýrið eigur nú meirilutan í bæði Føroya Banka og Sjóvinnubankanum gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992.
1994
Sjóvinnubankin og Føroya Banki verða samanlagdir.
1997
Tryggingarfelagið Trygd verður endurreist.
2000
Føroya Banki tekur saman við landsstýrinum og hinum peningastovnunum stig til at stovna Virðisbrævamarknað Føroya.
2004
Føroya Banki hevur vunnið inn aftur tær 2,7 milliardir krónurnar, sum landsstýrið setti í bankarnar undir búskaparkreppuni í 1990'unum.
2006
Føroya Banki gerst limur í Virðisbrævamarknaði Føroya og ICEX.
Løgtingið samtykkir við stórum meiriluta at einskilja bankan.
Føroya Banki stovnar saman við øðrum framtaksfelagið Løkir og meklarafelagið Skyn.
Føroya Banki fyllir 100 ár og hátíðarheldur árið við stórum gallakvøldum kring landið.
2007
Føroya Banki skiftir samleika. Í søguna fer búmerkið við gamla sjómanninum, men navnið Føroya Banki verður varðveitt. Tó verður ø nú nærum skrivað sum eitt o. Navnið verður skrivað við hvítum á eina svarta tíðarlinju, og høvuðsliturin er cyanblátt.
Nýggi samleikin ímyndar ein nýmótans klassikara á veg framá.
Føroya Banki tvískrásettur á virðisbrævamarknaðum í Íslandi og Danmark.
2008
Føroya Banki fær í mai sum fyrsta føroyska fyritøkan nakrantíð eina rating frá altjóða metingarstovninum, Moody’s. Bankin fær ratingina A3, sum er sera góð meting. Metingin verður endurtikin í desember.
2009
Føroya Banki víðkar um sítt virksemi á tryggingarøkinum og keypir 51 prosent av tryggingarfelagnum Vörður Tryggingar hf í Íslandi. Keypið vekur ans í Íslandi, sum er hart rakt av fíggjarkreppu.
2010
Føroya Banki keypir deildarnetið hjá Sparbank í Grønlandi og níggju deildir hjá Sparbank í Jyllandi og á Fyn. Starvsfólkahópurin hjá Føroya Banka-samtakinum veksur við keypinum upp í 456 starvsfólk. Bankin sjálvur veksur 50 prosent eftir einum degi.
1. september broytir Føroya Banki navn til BankNordik.
2011
1. juli 2011 yvirtók bankin sunnu partarnar av Amagerbanken í Danmark og harvið fleiri enn 90.000 nýggjar privat- og vinnukundar umframt 160 nýggj starvsfólk.
2021
1. februar 2021 varð danska virksemið hjá bankanum selt til Spar Nord. Bankin hugsavnar seg nú um at veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og Grønlandi. Eftir søluna starvast umleið 250 fólk í samtakinum. Høvuðssætið er í Tórshavn.