Keypa bústað í Danmark
Nógvir føroyingar keypa sær summarhús ella gera íløgu í eina íbúð, tá ið børnini fara til Danmarkar í lestrarørindum. Tað kann tó tykjast fløkjasligt at fara í holt við at keypa bústað í Danmark, tá ið tú býrt í Føroyum.
Annaðhvørt tú umhugsar at keypa børnunum eina lestraríbúð, ella tú ynskir tær eini summarhús við donsku strondina, er nógv at hugsa um og taka støðu til.
Danski bústaðarmarknaðurin
Keypstilgongdin er ein onnur í Danmark enn í Føroyum. T.d. gera onnur viðurskifti seg galdandi í mun til fígging, skatt, skeyti og yvirtøku. Eisini eru fíggingarmøguleikarnir skrúvaðir øðrvísi saman í Danmark, og tað eru fleiri møguleikar fyri samanseting av lánum.
Vit hava royndirnar og vitanina
Í Føroya Banka kenna vit tann danska bústaðarmarknaðin. Vit ráðgeva kundum okkara um tey viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið íløga verður gjørd í ein bústað í Danmark.