Góð ráð til tín, ið keypir fyrstu ferð

Hvar vilt tú búgva, hvussu stórt skal tað vera, og hvat hevur tú ráð til? Hesar og nógvar aðrar spurningar hevur tú helst, tá ið tú skalt keypa tín fyrsta bústað.  Ein nýggjur heimur letur seg upp, har nógv er at seta seg inn í og taka støðu til. 

Tosa við bankan um prísin

Tað er eitt gott hugskot at tosa við okkum so tíðliga í tilgongdini sum gjørligt. Á tann hátt finnur tú skjótt útav, hvat letur seg gera, og hvussu nógv tú kanst keypa fyri. Vit kunnu geva tær eina góðkenning til at keypa fyri eina ávísa upphædd, so tú veitst, hvørjum húsum - og hvørjari príslegu - tú kanst byrja at hyggja eftir.

Hvussu vilt tú búgva?

Ger tær greitt, hvønn tørv tú hevur. Ynskir tú tær eini hugnalig hús í miðbýnum, ella kundi tú hugsað tær útsýni í einum friðarligum umhvørvi? Gamalt ella nýtt, stóran hava ella gott pláss til ein stóran bilskúr?

Tað er skilagott at hyggja at fleiri ymiskum bústaðum. Á tann hátt fært tú betri yvirlit yvir bústaðarmarknaðin, prísstøðið, og tú fært høvi til at vitja fleiri býarpartar ella bygdir.

Leita tær ráðgeving

Tosa longu nú við ein ráðgeva, ið kann hjálpa tær í øllum keypinum – tað kann vera ein húsameklari ella ein løgfrøðingur. Um ein støðulýsing er gjørd av bústaðinum, kanna hana so gjølla. Tú kanst eisini umhugsa at fáa ein byggikønan at hyggja at ognini saman við tær.

Brúka húsameklara

Leita á netinum og fá eina hóming av, hvat tú hevur møguleika fyri at keypa. Ofta fært tú meira fyri pengarnar uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Fylg við á heimasíðunum hjá húsameklarar, t.d. Skyn. Tað er ofta vegurin til at varnast nýggju bústaðirnir fyrst. Bílegg eina framsýning, hygg at bústaðinum og far ein túr í grannalagnum. Um alt er, sum tað skal vera, og kenslan er góð, far so víðari við keypinum.

Gev boð

Halt høvdið kalt, hóast tað kann verða ringt, tá rætti bústaðurin stingur seg upp. Set teg í samband við tín ráðgeva, sum kann hjálpa tær at taka røttu avgerðirnar í avgerandi fasuni. Gev eitt boð upp á bústaðin, men fyrireika teg eisini til, at onkur annar møguliga bjóðar hægri. 

Undirskriftin

Gongur alt sum tað skal, eru tit klár til at skriva undir. Handilin er bindandi, tá seljarin eisini hevur skrivað undir. Men minst til at taka fyrivarni fyri endaligu góðkenningini frá bankanum.

Iðranarrættur

Tú kanst angra keypið næstu seks gerandisdagarnar – men tað kostar 1% av keypsupphæddini at nýta iðranarrættin, ið verður goldin til seljaran.

Hvussu nógv kanst tú keypa fyri?

Royn okkara roknara og fá eina hóming av, hvat tú hevur ráð til.

Eiga ella leiga?

Hvør er rætta loysnin til tína núverandi støðu?

Lán til bústaðin

Les meira um teir ymisku lánsmøguleikarnir, sum eru.

Keypa bústað í Danmark?

Vit kenna danska bústaðarmarknaðin og kunnu ráðgeva tær.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv