Útisetar
Tíðin í útlegd er ein spennandi, gevandi og stundum eisini strævin tíð. Ein tíð, har nýggj vinarbond verða knýtt, nýggj vitan verður vunnin og nýggjar lívsroyndir koma. Hetta er eisini ein tíð, har tú kanska skalt standa á egnum beinum fyri fyrstu ferð. Tað, at standa á egnum beinum, kann vera spennandi, men eisini eitt sindur ræðandi, tí nú skalt tú sjálv/ur fáa alt at ganga upp í eina hægri eind - tað fíggjarliga, bústaðin, tryggingar og gerandisdagin.
Vit ynskja at hjálpa tær at gera gerandisdagin eitt sindur lættari, at vegleiða og hjálpa tær við teimum turru og praktisku viðurskiftunum, so tú kanst brúka orkuna til alt tað spennandi, sum hendan tíðin hevur at bjóða.
Tí hjálpa vit tær bæði áðrenn, tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá ið tú skalt flyta heim aftur til Føroya.
Vit fylgja tær
Vit hjálpa tær óansæð, hvar tú ert. Tað er sostatt eingin orsøk at skifta banka, tá ið tú fert uttanlands at lesa.
MobilePay - til føroyskar kontur
Nú kunnu føroyskir útisetar í Danmark nýta føroyskar kontur til MobilePay.
Lat okkum hjálpa tær á veg
Sjálvt um tað óivað er sera spennandi at flyta uttanlands ella heim aftur til Føroya, so eru tað nógv praktisk viðurskifti, tú skalt hava greiðu á í sambandi við sjálva flytingina. Tí hava vit savnað ymisk góð ráð og vegleiðingar, ið kunnu hjálpa tær á veg.