Flytivegleiðing til tín, ið flytur til Danmarkar

Avgerðin er tikin - ein nýggjur kapittul skal byrja. Hetta er ein stór broyting í tínum lívi, sum óivað kennist spennandi og kanska eisini eitt sindur ræðandi. 

Vit vilja fegin fylgja tær á tíni leið og hjálpa tær, soleiðis at tú kanst brúka orkuna til tær spennandi upplivingarnar, sum liggja fyri framman.

Flytigóðs

Ert tú kundi í Ungdómsbankanum, bjóða vit tær saman við Posta ein serliga góðan prís fyri flutning av flytigóðsi til Danmarkar. Tað einasta, tú skalt gera, er at senda eini boð til tín ráðgeva umvegis netbankan, so hjálpa vit tær við restini.

Danskt P-tal (CPR-nummar)

Tú kanst fáa eitt danskt CPR-nummar í Danmark ella í Føroyum. Um tú vilt hava eitt CPR-nummar í góðari tíð, kanst tú fáa tað frá Ríkisumboðnum í Føroyum. So kanst tú t.d. stovna NemKontu og søkja um SU í góðari tíð. Tú kanst bíleggja eina tíð við at skriva teldupost til ro@fo.stm.dk. Tá tú møtir hjá Ríkisumboðnum, skalt tú hava pass og útfylt umsóknarskjal við. Umsóknarskjalið finnur tú her. Hevur tú barn, skalt tú hava annaðhvørt pass, dóps- ella navnabræv hjá barninum við. Annars fært tú eitt CPR-nummar, tá ið boðar frá flyting í nýggju kommununi í Danmark. Tá biður tú um at fáa upplýst títt danska CPR-nummar í Borgerservice.

MitID

MitID er ein talgild undirskrift, sum verður nýtt á netinum til trygt at síggja og upplýsa trúnaðarupplýsingar. MitID er komið ístaðin NemID og verður brúkt til øll donsk almenn viðurskifti, júst sum NemID varð áður.   
Tú kanst bíleggja MitID á mitid.dk. Fyri at fáa MitID er tað ein fortreyt, at tú hevur fingið eitt dansk CPR-nummar.

Flyting

Tá tú flytur millum lond, skalt tú møta persónliga upp á Borgerservice í tí kommununi, tú flytur til. Bílegg tíð áðrenn á heimasíðuni hjá kommununi. Við tær skalt tú hava pass ella koyrikort, skjalprógv við føroyska p-talinum og skjalprógv fyri bústað (t.d. leigusáttmála). Hevur tú børn, skalt tú hava dóps- ella navnabræv við.

Gevið gætur!
Tað er umráðandi, at tú meldar flyting innan fimm dagar eftir flyting, annars kanst tú fáa eina bót. Les meira á borger.dk.

Tá ið tú meldar flyting til kommununa, skalt tú samstundis velja ein lækna. Síðani fært tú eitt heilsukort sendandi, det gule sundhedskort, ið gevur tær rætt til læknahjálp. Les meira á borger.dk.

E-boks

Allur postur frá tí almenna verður sendur í ein talgildan postkassa, E-boks. Stovna tær e-boks á e-boks.dk. Innrita við MitID og fylg vegleiðingini. 

SU

Statens Uddannelsesstøtte (SU) er ein lestrarstuðul frá landinum, tú kanst søkja á minSU. Rita inn við MitID. 
Tú skalt rinda skatt av SU. Í Danmark eru tvey skattakort, eitt høvuðskort til hægstu inntøkuna og eitt eykakort til aðrar inntøkur. SU kemur vanliga inn á høvuðskortið, men um tú hevur eitt lestrarstarv, har tú tjenar meira, enn tú fært í SU, skalt tú velja eykaskattakortið (bikortet) til SU. Høvuðskortið skal altíð nýtast til hægstu inntøkuna - annaðhvørt SU ella løn. Les meira á su.dk.
Søk skjótast gjørligt, tí SU kann ikki søkjast við afturvirkandi gildi. Um tú fært avbjóðingar hesum viðvíkjandi, ella tað gongur ov long tíð, so vend tær til Ráðgevingina í Keypmannahavn.

NemKonta

NemKonta er tann kontan, tú fært pening á frá teimum almennu stovnunum, eitt nú SU, pensjón, barnapening og avlopsskatt. NemKonta er ein vanlig bankakonta. Tú skalt bert gera av, hvør konta skal skrásetast sum NemKonta. Til dømis kanst tú gera tína føroysku lønarkontu í Føroya Banka til Nemkontu – eisini tá tú fert til Danmarkar at lesa.

Ókeypis tiltak

Niður at lesa?

Fríggjakvøldið 2. aug. kl. 20 skipa vit saman við Atlantic og Nema fyri Pub quiz fyri tær, ið skalt niður at lesa. 

Skattur

Um tú bert fært SU, rindar tú sjálvvirkandi rætta skattin, men um tú steðgar við at fáa SU ella fært eitt lestrarstarv, mást tú rætta forskotsuppgerðina. Fyri at rætta forskotsuppgerðina, far inn á skat.dk. Innrita við MitID.

Føroyafrádráttur

Føroyafrádráttur er ein serligur skattafrádráttur, ið kann játtast føroyskum lesandi í Danmark, um:

  • tú vart búsitandi í Føroyum áðrenn flytingina til Danmarkar
  • tú býrt í Danmark fyribils og í lestrarørindum
  • tú ikki hevur eina útbúgving (førleikagevandi) frammanundan
  • tú ikki hevur verið í Danmark í meira enn 6 mánaðir, áðrenn lesturin byrjaði.

Føroyfrádrátturin er býttur í tveir partar – føroyafrádráttur á 48.000 kr. og Ríkisfelagsskapsfrádráttur (R-frádrátt) á 36.000 kr. Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt og aðrar frádráttir. Tú skalt venda tær til SKAT og søkja um føroyafrádrátt. Sí vegleiðing á radgevingin.dk.

Bústaðarstuðul

Sum lesandi fært tú bústaðarstuðul, um tú býrt til leigu við egnum køki og lýkur ávísar treytir (sí treytir her). Søk um bústaðarstuðul á borger.dk. Innrita við MitID og fylg vegleiðingini. Hav húsaleigusáttmála, skattauppgerð, SU-yvirlit og lønarseðil (um tú hevur lestrarstarv) klárt, tá ið tú søkir. Finn út av, hvussu nógv tú fært í bústaðarstuðli her.

Ferðastudningur

Studni bjóðar ferðastuðul til føroysk lesandi uttanlands svarandi til eina ferð um árið. Tey, ið byrja lesnaðin um heystið, skulu søkja um várið – umsóknarfreistin er 30. juni. Tey, ið byrja lesnaðin um várið, skulu søkja um heystið – umsóknarfreist er 31. desember. Sí treytir og vegleiðing á studni.fo.
Fyri at søkja um ferðastuðul, skalt tú søkja umvegis Vangan.

Trygging

Tað er týdningarmikið at hava trygging – bæði vanlukku- og innbúgvstrygging, um tú skuldi verið óheppin.
Trygd bjóðar føroyskum lesandi bíliga vanlukkutrygging – eisini í Danmark. Ofta er møguligt at fáa bíliga lestrartrygging gjøgnum títt fakfelag (sí næsta punkt).

Fakfelag og A-kassi

Sum lesandi er tað bíligt at vera limur í einum fakfelag – ofta ókeypis. Spyr á skúlanum, hvat fakfelag hoyrir til tína útbúgving. Vit viðmæla tær at gerast limur í fakfelagnum og soleiðis fáa ágóðan av m.a. bíligari trygging, ókeypis løgfrøðihjálp og hjálp við umsókn og sáttmála í sambandi við nýtt starv – eisini til lestrarstørv. Harafturat fært tú ofta ágóðan av ókeypis skeiðum, fyrilestrum og sosialum tiltøkum í fakfelagnum.

Tað er ikki neyðugt at vera limur í a-kassa fyrr enn í seinasta lagi tvær vikur eftir lokna útbúgving. Les meira.

Telefon og internet

Flestu lestraríbúðirnar hava internet íroknað í húsaleiguni. Um tú ikki hevur internet íroknað, kanst tú finna bíligasta veitaran á internettjek.dk ella bredbånd.dk.
Bíligasta fartelefonhaldið finnur tú á mobilabonnement.dk.

Farleiðir

Fyri at nýta buss, tok og metro á bíligasta hátt, skalt tú antin hava eitt mánaðarkort (pendlerkort) ella eitt rejsekort. Um tú ferðast 3 ferðir t/r um vikuna, er tað bíligast at hava mánaðarkort, sum tú bíleggur á dsb.dk. Um tú ferðast minni enn 3 ferðir um vikuna t/r er tað bíligast við einum rejsekorti, sum tú bíleggur á rejsekort.dk ella keypir við eina metrostøð. Kortið skal áfyllast á heimasíðuni ella á metro-/tokstøðum – tú kanst eisini melda kortið til sjálvvirkandi áfylling. Á heimasíðuni kanst tú síggja ferðir og saldu, men tú sært eisini salduna, hvørja ferð tú brúkar kortið á metrostøðum. Eisini kanst tú sperra kortið, um tú missir tað burtur.

Fyri at finna røttu farleiðina frá A til B, far inn á rejseplanen.dk og set byrjanar- og endapunkt inn. Her sært tú eisini kostnaðin á ferðini.
Fyri at finna eina farleið til gongu ella á súkklu, nýt krak.dk ella tak hentu krak-appina niður. 

Útisetar

Vit hjálpa tær bæði áðrenn, tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá ið tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Flyta heimanífrá

At flyta heimanífrá er ein nýggjur og spennandi kapittul í tínum lívi. 

Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti. Tí hava vit 5 góð ráð til tínar pengar.

Ungdómsbankin

Tørvar tær hjálp ísv. flytingina?

330 330

Send okkum teldubræv