Flytivegleiðing til Føroya
Avgerðin er tikin – tú hevur valt Føroyar. Eftir fleiri ár uttanlands kann tað tykjast sum ein stór broyting at flyta heim. Vit ynskja at hjálpa tær at gera flytingina eitt sindur smidligari, soleiðis at tú kanst brúka orkuna til allar tær spennandi avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman.
Flytigóðs
Tú kanst fáa flytigóðsið við tær toll- og avgjaldsfrítt undir ávísum treytum, tá tú flytur heimaftur. Tú skalt t.d. hava verið búsitandi í útlondum í minst eitt ár, lutirnir skulu vera brúktir av tær og vera minst 6 mánaðir. Matvørur, tubbaksvørur og rúsdrekka kann ikki innflytast toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs. Fyri at brúka regluna um toll- og avgjaldsfrítt flytigóðs skalt tú kunna vísa eina flytiváttan frá kommununi, ið tú flytur til. Flytiváttanina fært tú frá kommununi. Tú skalt eisini fylla út og skriva undir eina flytigóðsváttan frá TAKS, sum tú finnur við at trýsta á leinkið niðanfyri. Eftir at flytigóðsið er komið til Føroya, fært tú eitt skjal frá flutningsfelagnum. Hetta skjalið skalt tú brúka til at fylla út flytigóðsváttanina.
Ver fyrivarin
Minst til at vera fyrivarin og tryggja flytigóðsið við eini flytigóðstrygging. Fyri at kunna tryggja flytigóðsið, er neyðugt at kenna virðið á flytigóðsinum. Her er ein góð hjálp til at finna røttu tryggingarupphæddina.
Flytipakki - serprís á bingju
Smyril Line bjóðar tær, ið hevur valt Føroyar, eitt serligt flytitilboð við serprísi á flutning av innbúgvi frá tínum bústaði í Danmark og heim til Føroya.
Flyting
Tá ið tú flytur heim til Føroya, skalt tú bert boða kommununi, tú flytur til, frá. Tað er sostatt ikki neyðugt at boða frá í Danmark, áðrenn tú flytur. Tú kanst boða frá flyting við at fara persónliga inn á kommununa ella fylla út eitt tilflytingarskjal, ið tú finnur á heimasíðuni hjá kommununi, og senda tað til kommununa. Sí vegleiðing til tær ymisku kommunurnar á heimasíðuni hjá kommununi, tú flytur til.
Um tú hevur børn, ið ikki hava búð í kommununi áður, er neyðugt at hava avrit av passi, navna- og føðibrævi hjá børnunum við.
Harumframt skalt tú boða Posta og tínum peningastovni frá – bæði tí danska og tí føroyska peningastovninum, um tú hevur báðar.
Innflutningur av bili
Tað kann verða rættiliga fløkjasligt at fáa greiðu á reglunum ísv. innflutning av bili, og tí er týdningarmikið, at tú setir teg væl inn í reglurnar, áðrenn tú innflytir bilin. Vit hava snikkað eina vegleiðing, ið kann hjálpa tær at fáa yvirlit.
Grundstykki og bústaðir
Ynskir tú at keypa grundstykki, skalt tú skriva teg upp til eitt grundstykki í ynsktu kommununi. Vit mæla tær til at skriva teg upp, longu meðan tú ert búsitandi uttanlands. Í Tórshavnar kommunu eru reglurnar eitt sindur øðrvísi - har er eingin bíðilisti, men tú kanst melda teg til útlutanir so hvørt, kommunan almannakunngerð, at grundøki í nýggjum útstykkingum eru klár at luta út. Lýst verður í fjølmiðlunum, nær og hvar tú kanst skriva teg upp, tá ið ein útstykking er klár.
Tað kann vera strævið at leita eftir bústaði í Føroyum, meðan tú ert uttanlands. Tí bjóðar Skyn Facetime-framvísingar, so tú hevur betri møguleika at meta um ognina. Set teg í samband við Skyn á skyn@skyn.fo, um tú ynskir eina Facetime-framvísing.
Dagstovnar
Tú kanst skriva børn upp til pláss í føroyskum dagstovni 6 mánaðir áðrenn, tú flytur heim. Hevur tú fleiri børn, verður avsláttur latin. Tað er ymiskt, hvussu nógvur avsláttur verður latin í ymsu kommununum. Fyll út umsóknarblað á heimasíðuni hjá kommununi, sum tú ætlar at flyta til.
ALS
Áðrenn tú kemur til Føroya, er tað týdningarmikið at biðja tín danska a-kassa um eina limaskapsváttan. Hendan váttanin skal latast ALS saman við lønarseðlum fyri teir seinastu 12 mánaðirnar, ið tú hevur verið í arbeiði. Hevur tú fingið dagpengar útgoldnar frá donskum a-kassa, skalt tú biðja a-kassan um útskriftir yvir útgoldnar vikur í Danmark. Hesar verða so mótroknaðar í ALS-tíðarskeiðinum, sum vóru tær brúktar í Føroyum. Tá tú ert komin til Føroya, skalt tú lata ALS eitt umsóknarblað, ið tú finnur her. Hevur tú búð í Danmark í meira enn 12 mánaðir og ikki tryggjað teg móti arbeiðsloysi, hevur tú ikki rætt til ALS-útgjald.
Ert tú nýútbúgvin, tá tú flytur heim, er tað umráðandi, at tú ert limur í donskum a-kassa í seinasta lagi 2 vikur eftir loknan lesnað. Í Føroyum ber ikki til at fáa dimittendsats (dagpeningasatsur til nýútbúgvin), so tú hevur ikki rætt til dagpening í ALS sum nýútbúgvin, um tú ikki hevur eina lønarinntøku, sum ALS kann rokna arbeiðsloysisstuðulin eftir. Tú kanst tó fáa tín danska dimittendsats við tær til Føroya í 3 mánaðir, um tú ert limur í donskum a-kassa.
Skattur
Hevur tú flutt bústað og byrjar hjá einum arbeiðsgevara, sum flytur tær løn, afturheldur TAKS sjálvvirkandi skattin og ávís gjøld, uttan at tær nýtist gera meira. TAKS afturheldur landsskatt, kommunuskatt, møguliga kirkjuskatt, arbeiðsmarknaðargjøld, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald. Føroyska skattaskipanin er gjørd soleiðis, at hon gjøgnum árið so hvørt roknar út, hvussu nógv skal rindast í skatti í mun til inntøkuna, og afturheldur hesa upphæddina í lønini. Flytur tú til Føroya mitt í einum ári, og veitst tú, hvør tín inntøka verður restina av árinum, kanst tú boða TAKS frá hesum við eini fyribils skráseting av inntøkuni. Tá verður skatturin roknaður rætt. Les meira.
Barnafrádráttur
Hevur tú børn, fært tú frádrátt í skattinum, sonevndan barnafrádrátt. Barnafrádrátturin er býttur millum land og kommunu. Frádrátturin, sum verður givin í landsskattinum, er tengdur at aldrinum hjá barninum, t.e. um barnið er eldri ella yngri enn 7 ár. Frádrátturin í kommunuskattinum er ymiskur í øllum kommunum. Les meira.
Pensjón
Um tú eigur eina pensjónssamansparing í Danmark og ynskir at flyta hana heim til Føroya, so skalt tú gjalda fullan úrtíðarskatt (60%) av samansparingini í Danmark, áðrenn hon verður flutt til Føroya. Tú hevur tó møguleika at søkja TAKS um at fáa skattin endurrindaðan í Føroyum, um ávísar treytir eru loknar. Tú skalt m.a. hava búð í Danmark alt tíðarskeiðið, meðan tú hevur goldið inn á donsku pensjónssamansparingina. Hvussu long tíð er liðin, síðani tú flutti heim aftur til Føroya, er eisini avgerandi. Vit mæla tær til at seta teg í samband við TAKS fyri at fáa nærri kunning, áðrenn tú flytur pensjónssamansparingina heim til Føroya.
Trygging
Tað hevur stóran týdning at tryggja bæði teg og títt, tá ið tú flytur heim. Vit mæla tær til í minsta lagi at tekna Familju- og Vanlukkutrygging. Familjutrygd er ein innbúgvs- og ábyrgdartrygging fyri teg og húskið. Ábyrgdartryggingin umfatar ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur kann ábyrgdast fyri. Vanlukkutrygd er títt persónliga trygdarnet, um tú skuldi verið fyri vanlukkutilburði. Hevur tú børn, er tað eisini týdningarmikið eina barnavanlukkutrygging til tey. Les meira.
Set teg í samband við Trygd á trygd@trygd.fo fyri at finna út av, hvør tín tørvur er, ella hygg nærri at fíluni niðanfyri, ið eisini inniheldur góð ráð og bráfeingis tannhjálp.
Samleikin
Samleikin er talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum. Samleikin fæst sum app til telefon og teldil. Tú kanst eisini fáa Samleikan á geyma, men hetta krevur persónliga uppmøting á Staravegi 9 í Havn. Øll, sum eru fylt 13 ár og hava p-tal, kunnu fáa Samleikan. Fá tær Samleikan her.
Vangin og Mínboks
Í Vanganum eru talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum savnaðar. Mínboks, sum er partur av Vanganum, er tann føroyska e-Boks. Í Mínboks fært tú post frá fyritøkum og stovnum beinleiðis á telduna. Les meira og stovna Vangan og Mínboks her.
Borgaragluggin
Sjálvgreiðslan hjá TAKS til borgarar er borgaragluggin.fo. Har ber m.a. til at síggja upplýsingar, ið TAKS hevur um teg, og avgreiða flestøll viðurskifti við TAKS alt samdøgrið. Fyri at fáa atgongd til Borgaragluggan krevst, at tú hevur Mínlykil.
Fakfelag og A-kassi
Vit mæla tær til at gerast limur í einum fakfelag, ið arbeiðir fyri at betra korini innan títt fakøki.
Í Føroyum er ikki sama skipan við a-kassum, sum vit kenna frá Danmark, men øll rinda sjálvvirkandi til ALS umvegis skattin.
VÆLKOMIN HEIM