Fyrsta starvið
Tín fíggjarliga støða broytist, tá ið tú fært títt fyrsta fulltíðarstarv. Skiftið frá ongum starvi til starv og inntøku ber við sær heilt aðrar møguleikar. Hetta skiftið er samstundis eitt gott høvi til at endurskoða tíni fíggjar- og tryggingarviðurskifti.
Nýtt starv - nýggir møguleikar
Eitt nýtt starv gevur tær nýggjar møguleikar fyri at spara saman og gera íløgur í framtíðina. Byrjar tú tíðliga at spara saman til eitt nú bil, bústað og pensjón, kanst tú skjótari røkka tínum málum og gera tínar dreymar til veruleika. Minst til, at alt ger mun.
Betri fyrivarin enn eftirsnarin
Tá ið fyrsta starvið er komið undir land, er hetta samstundis eitt gott høvi til at fáa skil á tínum tryggingum. Nógv gloyma at geva tryggingunum gætur, og tað kann gerast dýrgoldið, um tørvur brádliga er á tryggingini, t.d. í sambandi við skaða, sjúku ella vanlukku.
Spar saman
Tá ið tú fært fyrstu lønina, kann tað vera freistandi at brúka pengarnar til ymiskt, sum tú hevur ynskt tær. Ger tær tó tann beina alt fyri eitt at byrja at leggja eitt sindur til viks til samansparing hvønn mánað. Skalt tú keypa bil ella bústað, hevur tað nevniliga nógv at siga, at tú hevur spart nakað av peningi saman, áðrenn tú skalt taka lán í bankanum. Eigur tú eina samansparing, verður mánaðarliga gjaldið til lánið minni, og møguleikin fyri at fáa ta lánsupphædd, tú ynskir tær, verður eisini størri.
Skalt tú keypa fyrsta bilin?
Tað er vert at hava í huga, at tú umframt prísin á bilinum eisini skalt gjalda biltrygging, veggjald, brennievni o.a.