Halt skil á pengunum

Tá ið tú leggur eina fíggjarætlan, hevur tú amboðið til at stýra tínum pengum, soleiðis at pengarnir ikki stýra tær. Ein fíggjarætlan gevur tær bæði yvirlit yvir tína nýtslu og møguleikar.

Allar inntøkur og útreiðslur verða skrásettar, og á tann hátt veitst tú altíð, hvussu nógv tú hevur at brúka hvønn mánað. Tað gerst samstundis lættari at leggja ítøkiligar ætlanir fyri framtíðina og at røkka tínum málum. Jú neyvari tú fyllir út fíggjarætlanina, tess betur stýrir tú tínum pengaviðurskiftum.

Soleiðis gert tú

  • Endurskoða fíggjarætlanina við jøvnum millumbilum, t.d. 3. hvønn mánað. Viðurskiftini kunnu broytast, og tá er tað gott at tryggja, at fíggjarætlanin fylgir við.
  • Legg eina fíggjarætlan fyri eitt ár í senn. Á tann hátt fært tú allar útreiðslur við - eisini tær, ið bert skulu gjaldast einaferð árliga.
  • Minst til, at bæði inntøkur og útreiðslur kunnu skifta gjøgnum árið. Legg eisini pengar til viks til jólagávur og møguligar uttanlandsferðir.

Fíggjarætlan í Netbankanum

Í Netbankanum ber eisini til at leggja eina einfalda fíggjarætlan, ið gevur tær eitt skjótt yvirlit yvir mánaðarligu útreiðslurnar.

Fíggjarkonta

Við einari Fíggjarkontu kanst tú seta føstu útreiðslurnar í skipan og býta tínar útreiðslur út á alt árið. Á henda hátt tryggjar tú tær, at tú altíð rindar somu upphædd mánaðarliga, sama hvussu høgar ella lágar útreiðslurnar eru.

Ungt par med flyttekasser og en plante

Fíggjarkonta

Kontan, ið ger tað lætt at halda skil á føstu útreiðslunum.

Fyrsta starvið

Eitt gott høvi til at leggja eina fíggjarætlan.

Netbankin

Gevur tær yvirlit og er altíð opin.

Gjaldskort

Eitt gjaldskort til fíggjarkontuna, lønarkontuna o.s.fr.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv