Fíggjarkonta

Fíggjarkonta er ætlað tær, sum ynskir at seta tær føstu útreiðslurnar í skipan. Við Fíggjarkontu kanst tú leggja eina fíggjarætlan og soleiðis býta tínar útreiðslur út á alt árið. Á tann hátt tryggjar tú tær, at tú altíð rindar somu upphædd mánaðarliga, sama hvussu høgar ella lágar útreiðslurnar eru.

Sjálvvirkandi flytingar

Eisini ber til at melda tínar rokningar til Gjaldsskipanina ella stovna fastar flytingar. Tað er bæði lætt og ókeypis. Við Fíggjarkontu og sjálvvirkandi flytingum avgreiða rokningarnar seg sjálvar, tú skalt bara flyta inn somu upphædd mánaðarliga.

Unge mennesker med flyttekasser

Stutt og greitt um Fíggjarkontu

  • Fá yvirlit í Netbankanum
  • Stovna sjálvvirkandi flytingar
  • Til føstu útreiðslurnar

Legg eina fíggjarætlan

Í Netbankanum ber til at leggja eina einfalda fíggjarætlan, ið gevur tær eitt skjótt yvirlit yvir mánaðarligu útreiðslurnar. Tá tú ert innritað/ur í Netbankan, skalt tú trýsta á yvirskriftina “Gjaldsskipan” og síðan á “Einføld fíggjarætlan”, ið liggur í vinstra bredda. Her kanst tú útfylla tínar inntøkur og útreiðslur og harvið leggja eina einfalda fíggjarætlan. Fíggjarkonta kann stovnast, tá tú ert 18 ár.

Tak fíggjarætlanina niður

Her kanst tú taka fíggjarætlanina niður, og tøppa tínar føstu mánaðarligu útreiðslur inn, so tú t.d. sært, hvussu nógvir pengar skulu flytast á tína fíggjarkontu um mánaðin. 

Fá yvirlit við fleiri kontum

Lønarkonta

Kontan til tínar gerandisútreiðslur.

Netbankin

Gevur tær yvirlit og er altíð opin.

Føroyskir pengar kontant

Samansparing

Spar saman og ger dreymin til veruleika.

Barna­samansparing

Gev barninum eina góða byrjan við einari samansparing.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv