Samansparingarkontur við rentu

Tá ið tú stovnar eina bundna samansparingarkontu, kanst tú fáa peningin at vaksa og harvið skjótari røkka tínum málum. Annaðhvørt tú sparir saman til bústaðin, børnini, pensjón, veitslur ella okkurt annað, ið tú ynskir tær, kanst tú stovna eina samansparingarkontu til endamálið.

Hjá okkum kanst tú velja ímillum fleiri ymiskar samansparingar, ið geva lønandi rentu frá fyrstu krónu.

Finn loysnina, ið hóskar best til tín og tín tørv

Saman­sparing

Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu.

Barna­samansparing

Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Bústaðar­konta

Við eini bústaðarkontu er tað fíggjarliga lættari bæði at keypa, at byggja og at byggja um.

Eftirlønar­konta

Tað er lógarkrav, at øll spara saman til pensjón. Efitrlønarsamansparingin verður útgoldin, tá ið tú gevst at arbeiða fyri aldur.

Samansparing

Hárentukonta

Vit bjóða nú eina serliga lagaliga rentu, um tú velur at seta pening inn á eina bundna hárentukontu í tvey ella trý ár.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv