Tann góða umsóknin
Byrja við at skriva ein stuttan inngang, har tú greiðir frá, hví tú ynskir júst hetta starvið, og hví tú ert rætti persónurin til starvið. Tað er altíð gott at fyrireika teg væl, so tú í umsóknini vísir, at tú hevur gjørt tær ómak við, og at tú brennur fyri at fáa starvið.
-
Um tað er eitt starv, ið er lýst leyst, er tað týdningarmikið, at tú lesur starvslýsingina gjølla og málrættar umsóknina eftir starvslýsingini. Um lýsingin leggur upp til, at tú kanst ringja til arbeiðsgevaran, er tað ofta eitt gott amboð til at fáa nøkur góð ráð til umsóknina. Tó er tað ein treyt, at tú fyrireikar teg væl, áðrenn tú ringir, so arbeiðsgevarin fær eina góða uppliving av tær.
- Skriva stutt og greitt, og hav dømi við, ið stuðla undir teir førleikar og tær royndir, tú nevnir. Tað ger tað lættari hjá arbeiðsgevaranum at ímynda sær teg í starvinum.
- Skriva stutt um, hvussu tú hevði loyst uppgávuna, um tú vart so heppin at fáa starvið, so lesarin fær eina ímynd av, hvat hann fær, um hann velur teg.
- Tað er altíð eitt gott hugskot at vera ærlig/ur og tí hvørki at yvir- ella undirselja teg sjálva/n. Tað snýr seg um at finna tann persónin, ið hóskar best til starvið - bæði til gagns fyri teg og arbeiðsgevaran.
- Les umsóknina væl fyri stavseting og orðingar - skrivliga umsóknin er fyrsta upplivingin, fyritøkan ella stovnurin fær av tær.
- Umsóknin skal í mesta lagi fylla 1 síðu - helst minni.
Góð ráð til umsóknina

Góð ráð til lívsrenslið (CV)
-
Ger tær greitt, um tú ynskir at gera eitt kronologiskt ella eitt funktionelt lívsrensl.
-
Gev eitt gott yvirlit yvir tínar persónligu upplýsingar, starvsroyndir og útbúgving. Tað er týdningarmikið, at tú ert neyv/ur og skrivar, hvørjar førleikar tú hevur, og hvørjum úrslit, tú hevur rokkið.
- Legg afturat við øðrum førleikum sum KT-førleikum, málførleikum og persónligum áhugamálum, so lesarin fær eina samlaða mynd av tær - bæði í mun til fakligar førleikar og persónligar eginleikar. Ofta eru tað tey persónligu áhugamálini, ið lesarin minnist best, um tað eru nógvir umsøkjarar.
-
Tú kanst velja at hava eina mynd á lívsrenslinum. Um tú velur at hava mynd á, skal tað vera ein "starvshóskandi" mynd. Eingin verður frávaldur vegna vantandi mynd, men ein óhóskandi mynd kann hinvegin ávirka neiliga.
- Hjálegg dokumentatión, ið stuðlar undir tínar førleikar og royndir. Hetta kann til dømis vera prógv, viðmæli, skeiðsprógv ella dømi um viðkomandi arbeiðsuppgávur.