Innflutningur av bili
Tú kanst fáa bilin heim við toll- og avgjaldsfrítt, um bilurin er til egna nýtslu, tú hevur átt hann í minst 6 mánaðir og hevur búð í landinum, tú flytur frá, í minst 1 ár. Tó skal skrásetingargjald rindast til Akstovuna, sí meira um hetta niðanfyri. Fyri at fáa bilin heim til Føroya, skal hann skrásetast og fáa føroyskt nummarspjaldur. Tú kanst bert skráseta bilin í Føroyum, um eigarin (brúkarin) hevur fastan bústað í Føroyum.
Soleiðis gert tú:
-
Upp til fýra vikur áðrenn tú útflytur bilin úr Danmark, skalt tú sýna hann.
-
14 dagar áðrenn útflyting biður tú SKAT um eina virðisáseting. Sí vegleiðing her.
-
Tá ið bilurin er komin til Føroya, skalt tú í fyrstu atløgu tekna trygging fyri at kunna fáa eitt nummarspjaldur. Ábyrgdartrygging er lógarkravd, men vit viðmæla tær at tekna Partvísa skrokktrygging ella Skrokktrygging eisini – tað veldst um aldurin á bilinum. Les meira.
-
Tá ið tú hevur teknað trygging, skal bilurin sýnast á Akstovuni.
-
Síðani skal TAKS tollstempla pappírini, sum tú fekst frá Akstovuni í sambandi við sýnið.
-
Send avrit av tollstemplaðu pappírunum til: motorcenter@skat.dk sum skjalprógv fyri, at bilurin er fluttur úr Danmark. Journalnummarið, ið tú fekst frá SKAT í sambandi við virðisásetingina, skal skrivast í evnisteigin á teldubrævinum. Akstovan sendur danska nummarspjaldrið til SKAT í Danmark. Á leið 3 vikur eftir fært tú skrásetingaravgjaldið útgoldið frá SKAT.
Gev gætur!
Minst til at rokna út á leið, hvussu nógv tú fært aftur, ella skalt gjalda, fyri at skráseta bilin í Føroyum. Hetta fyri at kunna meta um, hvørt tað loysir seg at taka bilin við heim ella ikki. Gev gætur, at í Føroyum nýta vit framleiðsluvirðið, meðan man í Danmark nýtur søluvirðið. Hetta merkir, at man møguliga skal rinda nógv fyri at fáa ein gamlan bil, ið hevur eitt lægri søluvirði enn framleiðsluvirði, heim til Føroya. Sí dømi á skrásetingargjøld her.
Dømið vísir bert, hvat tú skalt gjalda í Føroyum, tvs. at danska skrásetingargjaldið, ið tú fært aftur, ikki er roknað við. Upprunagjaldið í døminum er framleiðsluvirðið.