Giftast
Ráð til dreymabrúdleypið
Sjálv brúðarvígslan er ókeypis, men tað kann lættliga gerast kostnaðarmikið at halda brúdleyp. Brúðarkjóli, klædningur, matur og hølisleiga er nakað av tí, ið skjótt kann fáa peningin at ganga undan.
Tí er tað umráðandi, at tit avgera, hvussu nógvan pening tit hava hug og møguleika at brúka til brúdleypið, áðrenn tit koma ov væl áleiðis við fyrireikingunum og fara at senda familju og vinum brúdleypsinnbjóðingina.
Yvirlit yvir útreiðslur
Tað er eisini eitt gott hugskot at fáa yvirlit yvir væntaðu útreiðslurnar tíðliga í tilgongdini. Á tann hátt síggja tit - svart upp á hvítt - hvussu nógv brúdleypið fer at kosta til samans. Yvirlitið er eisini eitt gott amboð hjá tykkum at brúka sum grundarlag, tá tit skulu raðfesta ymisku útreiðslurnar.
Sparið saman í góðari tíð
Samlaði prísurin fyri brúdleypið veldst sjálvandi um, hvussu tit raðfesta, og hvørji ynski tit hava. Vilja tit gera alt sjálvi við hjálp frá familju og vinum, ella ynskja tit tykkum eitt stórt brúdleyp við kokki, tónleiki og leigaðum hølum? Tykkara val og raðfesting avger endaliga kostnaðin.
Um tit spara saman til brúdleypið, økja tit møguleikan fyri at kunna halda júst tað brúdleypið, sum tit ynskja tykkum. Við roknaranum niðanfyri kunnu tit fáa eina ábending um, hvussu nógv og hvussu leingi, tit skulu spara saman fyri at fáa ráð til tykkara dreymabrúdleyp.
Soleiðis kunnu tit spara
- Ynskja tit at bjóða familju og góðum vinum, ella er gestalistin uppaftur longri? Talið á gestum hevur aloftast stóra ávirkan á samlaða kostnaðin.
- Ynskja tit at bjóða gestunum eina veitslumatskrá við 5 rættum, ella skal tað vera ein meira óformlig móttøka? Skal tað vera dansur og frí barr? Veljið ta loysnina, ið hóskar til tykkara pengapung.
- Biðið um tilboð til mat, blómur, myndatøku o.a. frá fleiri veitarum. Á tann hátt kunnu tit tryggja tykkum besta prísin.
- Ætla tit tykkum á brúðarferð, er tað eitt gott hugskot at ynskja tykkum pening í brúðargávu. Tað kann vera eitt gott ískoyti til ferðina.