Vert at vita um pensjón
Hvør er munurin á arbeiðsmarknaðareftirløn og fólkapensjón, hvussu stovni eg mína pensjónssamansparing, og hvussu fái eg hana útgoldna? Nógvir eru spurningarnir og ivamálini, tá ið tað snýr seg um pensjón.
Niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um nøkur av teimum viðurskiftum, sum gera seg galdandi.
Hvussu stovni eg eina pensjón?
Tú gert eina avtalu við okkum um at stovna eina pensjónssamansparing. Tú fært eitt kontunummar, sum tú skalt lata tínum arbeiðsgevara at rinda pensjónina inn á.
Hjá okkum kanst tú stovna eina vanliga eftirlønarkontu ella velja at lata okkum røkta pensjónssamansparingina fyri teg. Hetta gera vit við at seta tín pening í virðisbrøv og støðugt at hava eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at samansparingin altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast. Les meira um NordikPensjón.
Hvat er arbeiðsmarknaðareftirløn?
Arbeiðsmarknaðareftirløn er ein mánaðarlig upphædd, sum tú fært frá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, tá ið tú verður 67 ár. Tú fært 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt ár, sum tú hevur búð í Føroyum, meðan tú vart millum 15 og 67 ár. Tú skalt í minsta lagi hava búð í Føroyum í 3 ár. Útgjaldið verður skattað sum vanlig A-inntøka.
Hvat er pensjón/eftirløn
Pensjón, ella eftirløn, er ein upphædd, sum tú hevur spart saman til hjá pensjónsveitara, og sum tú fært útgoldna, tá ið tú verður 67 ár, ella tá ið fært fólkapensjón. Upphæddin veldst um, hvussu nógv tú hevur goldið inn, meðan tú hevur spart saman. Lógarásetta kravið er minst 10% í 2024, og hetta vekstur við 1% prosenti fram til 2029, tá ið øll skulu rinda 15%. Tú kanst tó, um tú vilt, hækka gjaldið skjótari longu nú.
Ofta er pensjónsgjaldið partur av tínum setanarsáttmála, t.v.s., at arbeiðsgevarin rindar eina upphædd inn á tína pensjónskontu, hvørja ferð tú fært løn goldna. Tú kanst stovna ein eftirlønarkontu hjá okkum. Les eisini meira um NordikPensjón.
Skattur
Pensjónin verður skattað við 40% við inngjald, og tað verður goldið sjálvvirkandi um skattaskipanina. Pensjónir, sum eru samanspardar áðrenn 1. januar 2012 verða tó skattaðar við útgjald.
Havi eg eina nøktandi pensjón?
Tað er tó vert at umhugsa, um tú fært nóg mikið burturúr samansparingini, um tú rindar nóg nógv inn á samansparingina, og um tað loysir seg betur at seta pengarnar í virðisbrøv enn at hava hann á vanligari pensjónskontu. Tað er eitt gott hugskot at bíleggja eitt prát við ein av okkara pensjónsráðgevum, so tú fært innlit í allar møguleikar, og so tú á tann hátt fært lagt bestu ætlanina fyri tína pensjón.
Hvat hendir við pensjónini, um eg doyggi?
Um tú doyrt, fellur samansparda pensjónsupphæddin til tann tilskilaða sambært pensjónsavtaluni, um ikki onnur avtala er gjørd.
Kann eg fáa pensjónina útgoldna áðrenn tíð?
Hvat er fólkapensjón?
Fólkapensjón er mánaðarlig upphædd, sum tú kanst søkja um at fáa frá Almannaverkinum, tá ið tú verður 67 ár. Fólkapensjónin er samansett av einari grundupphædd, sum er líka fyri øll. Hartil kemur ein viðbót. Les meira um fólkapensjónina á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Hvussu og nær verður samansparda pensjónin útgoldin?
Hevur tú tína pensjónssamansparing í BankNordik, skalt tú boða okkum frá. Vit seta okkum síðani í samband við TAKS. Minst til at boða okkum frá minst tveir mánaðir frammanundan, útgjaldið skal byrja.
Hvussu verður peningurin á eftirlønarkontuni útgoldin?
Tá tú nært fólkapensjónsaldur, skalt tú taka støðu til, hvussu stórur partur av kontuni skal útgjaldast sum ávikavist lívrenta, lutaútgjald,og kapitalútgjald.