Dagligu fíggjarviðurskiftini
Børn eru ein stór gáva og gleði, men tey ávirka eisini pengapungin hjá foreldrunum. Tað kann vera rættiliga ymiskt, hvussu nógvan pening foreldur brúka til børnini. Tað veldst m.a. um, hvar tú býrt, inntøkuviðurskifti og áhugamál.
Við eini fíggjarætlan fært tú eitt gott yvirlit yvir allar inntøkur og útreiðslur, og tú sært - svart upp á hvítt - hvussu nógv tú hevur at brúka hvønn mánað.
Visti tú...?
Sum tummilsregla skal ein familja við 2 vaksnum og 2 børnum hava 15.000 kr./mð. til mat, klæðir, ferðir o.a., tá allar fastar útreiðslur eru goldnar. Føstu útreiðslurnar eru m.a. bústaðarlán, billán, hiti, tryggingar, ansingarpláss, telefon og internet.
So hvørt sum børnini mennast og vaksa, broytist gerandisdagurin og tørvurin hjá familjuni eisini. Tað setur nýggj krøv til peningaviðurskifti, tryggingar, samansparing o.a. Møguliga verður eisini tørvur á einum nýggjum og størri bústaði ella nýggjum bili við plássi til barnavogn og barnastól.
Tað er ein fyrimunur at spara saman, so tú hevur pening tøkan til óvæntaðar útreiðslur, um t.d. vaskimaskinan brádliga skal skiftast. Á tann hátt verður tað ikki óneyðuga tungt fíggjarliga, tá dýr ting skulu keypast. Við roknaranum niðanfyri kanst tú finna fram til, hvussu leingi tú skalt spara saman fyri at fáa ynsktu upphæddina.