Barnafrádráttur
Eigur tú børn, fært tú barnafrádrátt í lands- og kommunuskattinum fyri hvørt barnið undir 18 ár. Eru tit gift, kunnu tit velja, hvør av tykkum skal hava frádráttin. Tað sama er galdandi, um tit ikki eru gift, men hava felags foreldramyndugleika. Eru tit ikki gift fær tann tykkara, ið hevur foreldramyndugleikan, barnafrádráttin.
Frádrátturin í landsskattinum er tengdur at aldrinum hjá barninum, t.e. um barnið er eldri ella yngri enn 7 ár. Frádrátturin í kommunuskattinum er ymiskur alt eftir, hvørjari kommunu tú býrt í. Tú kanst tó vænta áleið 4.000 - 10.000 krónur árliga fyri hvørt barnið.