Vitus
Hey hey!
Eg eiti Vitus. Eg eri ein steinkópur, og eg búgvi í sjónum – kanska tú hevur sæð meg ella onkran í míni familju úti á sjónum? Mín lívrættur er fiskur, og eg eti so nógvar, sum eg orki, so eg verði stórur og sterkur.
Eg hjálpi tær við at spara pening saman til tey tingini, ið tú ynskir tær. Í bankanum kanst tú fáa eina fína sparibússu, sum líkist mær – um tú ikki longu hevur fingið eina sparibússu, so minst til at fáa eina heim við tær, næstu ferð tú ert í bankanum við mammu ella babba. So kanst tú goyma tín pening í búkinum hjá mær, og tá búkurin er fullur av peningi, kanst tú koma í bankan at seta peningin inn á tína kontu.
Eg elski at spæla á sjónum og hava tað stuttligt. Um tú eisini hevur hug til at hava tað stuttligt, kanst tú biðja onkran vaksnan hjálpa tær at prenta nakrar tekningar av mær, sum tú kanst lita. Um tú gongur í skúla, eigi eg eina tímatalvu og nøkur lærukort við tølum, bókstavum, fjøllum, vøtnum og ættunum til tín.
Kærar heilsur
Vitus
Lærukort
Lærukort frá Vitusi gera tað stuttligari og lættari hjá skúlabørnum at læra at rokna, falda, skriva, stava og at læra um veður og vind. Lærukortini eru at fáa í bankanum, og til ber eisini hjá skúlum at fáa lærukortini til børnini. Kortini eru úr pappi, og tey eru gjørd soleiðis, at tey kunnu vera við í skúlataskuni hvønn dag.
Eisini ber til at prenta ymisku lærukortini og tekningarnar niðanfyri út við at trýsta á myndina.