Vegleiðing

Flytingar

Vanlig flyting

Soleiðis stovnar tú eina vanliga flyting:

  • Trýst á pílarnar niðalaga á forsíðuni (sí mynd niðanfyri).
  • Um talan er um flyting til eitt kontunummar, tasta inn upphædd. Tú kanst eisini velja Inngjaldskort ella Útlandsflytingar.
  • Vel hvørja kontu, ið flytingin skal av. 
  • Skriva ella vel móttakarakontu.
  • Tú kanst nú velja at skriva eini boð til móttakara, skriva tekst á egið kontuavrit ella goyma til seinni.
  • Tá flytingin skal fremjast, góðkenn við at sveipa pílin til høgru. 
  • Ymsar flytingar krevja ymsar góðkenningar. Summar skulu góðkennast við Samleikanum, meðan aðrar verða góðkendar við einnýtisloynitali. Tú fært boð, tá flytingin er góðkend. 


Føst flyting

Soleiðis stovnar tú eina fasta flyting:

  • Trýst á valmyndina (sí mynd niðanfyri).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Fastar flytingar".
  • Trýst á "+" (sí mynd niðanfyri).
  • Fyll út teigarnar og stovna flytingina (sí mynd niðanfyri).

Skundflyting

Um tú flytir til eina kontu í øðrum peningastovni, ber til hjá móttakaranum at fáa flytingina innan fá sekund, um tú gert eina skundflyting. 

 

GG!

Ein skundflyting hevur ein eyka kostna. Tú sært prísirnar her.

 

Soleiðis gert tú eina skundflyting:

  • Fylg vegleiðingini at stovna vanliga flyting omanfyri.
  • Áðrenn tú sveipar at góðkenna flytingina, trýst á dagfestingina. 
  • Trýst á "Flytingarslag", vel Skundflyting og síðani "Avgreið".
  • Góðkenn flytingina sum vant. 
Broyta í fastari flyting

Soleiðis broytir tú í einari fastari flyting:


  • Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Fastar flytingar". Síðani sært tú eitt yvirlit yvir tínar føstu flytingar.
  • Trýst á teir tríggjar prikkarnar høgrumegin flytingina, sum tú vilt broyta.
  • Vel "Broyt".
Yvirlit yvir fastar flytingar

Soleiðis finnur tú yvirlit yvir tínar føstu flytingar:


  • Trýst á valmyndina (sí mynd omanafyri).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Fastar flytingar".
Stovna gjaldsavtalu

Soleiðis stovnar tú eina nýggja gjaldsavtalu:


  • Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Gjaldsavtalur". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
  • Trýst á "+" ovast í høgra horni.
  • Fyll út teigarnar og trýst á "Stovna BS-avtalu".
Yvirlit yvir gjaldsavtalur

Soleiðis finnur tú eitt yvirlit yvir tínar gjaldsavtalur:


  • Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
  • Vel "Flytingar".
  • Vel "Gjaldsavtalur". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
Inngjaldskort

Soleiðis stovnar tú eina flyting við inngjaldskorti:



Soleiðis gert tú:

  • Trýst á bláa knøttin niðast til høgru (sí mynd ovast).
  • Vel "Inngjaldskort" (sí mynd omanfyri).
  • Skriva upphædd og vel hvørja kontu peningurin skal flytast av.
  • Tøppa nummarið á inngjaldskortinum inn og vel "Halt fram".
  • Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina.
Flytingar, ið skulu góðkennast

Í útbakkanum liggja flytingar, ið eru klárar at verða góðkendar.

Soleiðis gert tú:

  • Far inn í Klivan (klokkan niðast á skerminum, sí mynd).
  • Vel "Útbakki". Har sært tú flytingar, ið liggja klárar til góðkenning.
Flyting útlond

Soleiðis stovnar tú eina flyting til útlandið:


Soleiðis gert tú:

  • Trýst á bláa knøttin (sí mynd ovast).
  • Vel "Útlond" ovaliga á síðuni (sí mynd omanfyri).
  • Skriva upphædd, og vel hvørja kontu peningurin skal flytast av.
  • Vel móttakara og tøppa IBAN/kontunummar og/ella BIC/Swift inn.
  • Trýst á "Halt fram".
  • Útfyll upplýsingar um flytingina, herundir navn og bústað hjá móttakara. 
  • Vel upphædd og valuta. Trýst á "Halt fram".
  • Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina við at sveipa til høgru.

Fá hjálp

Uppseting/funkur

Stovna netbanka

Hevur tú ikki havt netbanka áður?

Bílegg netbankan her.

 

Tak netbankan niður sum app

 

Tak netbankan niður í App Store

Tak netbankan niður í Google Play store

 
  • Les og góðkenn treytirnar í appini.
  • Rita inn við Samleikanum.
  • Vit viðmæla tær at virkja skjóta innritan fyri at økja um trygdina.

 

Tørvar tær hjálp at brúka netbankan?

Fá hjálp her.

Innritan fyrstu ferð
  • Rita inn við Samleikanum
    (hevur tú ikki Samleikan, kanst tú fylgja vegleiðingini niðanfyri)
  • Virkja skjóta innritan fyri at økja um trygdina.

 

Soleiðis fært tú Samleikan á app

  • Appin kann takast ókeypis niður í App Store og Google Play.
  • Áðrenn tú kanst brúka appina, skalt tú skráseta teg. Hetta gert tú beinleiðis í appini. Síðani skalt tú senda eina umsókn til brúkaratænastuna, sum viðger upplýsingarnar yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð í appini, tá ið Samleikin er skrásettur og klárur at brúka.
    Appin kann brúkast til at rita inn á teldur, telefonir og teldlar.
  • Trýst á leinkið niðanfyri og tak appina niður.

 

Les meira um Samleikan her.

Slepp undan troti

Um tú vilt tryggja tær, at ein konta ikki stendur í troti, kanst tú melda kontuna "Slepp undan troti". Tá kontan er meldað til, verður hon sjálvvirkandi inndekkað úr eini valdari kontu hjá tær, um hon fer í trot. Tú finnur funkuna undir "Tænastur" á netbankanum. Tænastan er ókeypis. 

 

GG!

Kontan verður inndekkað náttina eftir, at hon er farin í trot. Tó verður eingin trotarenta tilskrivað. 

Fá Samleikan

Soleiðis fært tú Samleikan á app

  • Appin kann heintast ókeypis í App Store og Google Play.
  • Áðrenn tú kanst brúka appina, skalt tú skráseta teg. Hetta gert tú beinleiðis í appini. Síðani skalt tú senda eina umsókn til brúkaratænastuna, sum viðger upplýsingarnar yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð í appini, tá ið Samleikin er skrásettur og klárur at brúka.
    Appin kann brúkast til at rita inn á teldu, telefon og teldli.
  • Trýst á leinkið niðanfyri og tak appina niður.


 

Les meira um Samleikan her.

Skift millum brúkarar

Klivin

Undirskriva talgilt

Sum nakað nýtt, kanst tú nú undirskriva talgilt beinleiðis í appini. 

 

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á Klivan (sí mynd ovast).
  • Trýst á "Skjøl". Hevur tú avtalur, ið eru klárar at undirskriva, liggja tær her.
  • Trýst á avtaluna.
  • Vel pílin til høgru fyri at lesa øll skjølini, um tað eru fleiri.
  • Undirskriva við Samleikanum.
Finn títt kundanummar

Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina.
  • Vel "Skjalagoymsla".
  • Tú finnur kundanummarið í tínum persónliga netbanka undir "Brúkaraupplýsingar".
  • Kundanummarið sæst eisini á tínum kontoavriti (sí dømi niðanfyri).

Útbakkin

Útbakkin er ein goymsla við flytingum, ið eru goymdar sum kladdur, ið mangla at verða góðkendar.

Soleiðis gert tú:

  • Útbakkin liggur inni í Klivanum (sí mynd ovast).
  • Vel "Útbakki". Har sært tú flytingar, ið eru klárar til góðkenning.
Skjalagoymsla

Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.


Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
  • Vel "Skjalagoymsla".
Íløgur

Her finnur tú ofta settar spurningar og svar viðvíkjandi íløguloysnini, sum vit samstarva við Saxo um.

Tíni gjaldskort

Tú hevur eitt yvirlit yvir tíni gjaldskort inni í netbankanum.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina.
  • Vel "Tíni kort".
  • Her sært tú eitt yvirlit yvir tíni kort. Tú kanst eisini síggja tína pin-kotu og sperra kortið beinleiðis í netbankanum.
Síggj tína pin-kotu

Sum nakað nýtt, sært tú pin-kotuna til tíni gjaldskort í Netbankanum.
 

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina.
  • Vel "Míni kort".
  • Vel rætta kortið.
  • Trýst á "Vís pin-kotu".
  • Tryggja tær, at ongin annar sær. Halt síðani á bláa knøttinum fyri at síggja tína pin-kotu.
Sperra kortið

Sperra kortið beinleiðis í appini.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á valmyndina.
  • Vel "Míni kort".
  • Vel rætta gjaldskortið.
  • Trýst á "Sperra kort".
Broyt raðfestingina á kontunum á byrjanarskíggjanum

Vel hvørjar kontur tú ynskir at síggja á byrjanarskíggjanum


Soleiðis gert tú:

  • Trýst á blýantin ovast í høgra horni. 
  • Strika tær kontur, sum tú ikki ynskir at síggja á forsíðuni.
  • Vel síðani tær kontur, sum tú ynskir at síggja.
  • Goym.
Raða kontur í kontuyvirlitinum

Vel í hvørjari raðfylgju tínar kontur skulu vísast í kontuyvirlitinum.

 

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á "Mínar kontur" (mappan niðast á skerminum).
  • Trýst á pílarnar í ovara høgra horni.
  • Trýst á blýantin fyri at raða avtalur.
  • Vel eina avtalu fyri at raða tær kontur, ið hoyra til avtaluna.
  • Trýst síðani á blýantin og raða kontur við at hála tær upp og niður.
  • Trýst á "Goym".
Broyt kontunavn

Broyt navnið á einari kontu.

 

Soleiðis gert tú:

  • Far inn á "Mínar kontur" (mappan niðast á skerminum).
  • Trýst á kontuna, sum tú ynskir at broyta navnið á.
  • Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.
  • Vel "Broyt kontunavn".
  • Skriva nýggja navnið á kontuni og goym.
Samskift við tín ráðgeva

Tú kanst trygt og lætt samskifta við bankan og tín ráðgeva í netbankanum.

- Eisini kanst tú trygt senda persónligar upplýsingar umvegis netbankan.

 

Soleiðis gert tú:

  • Far inn á Klivan
  • Vel "Míni boð"
  • Vel "Nýggj boð" ella svara einum boði við at velja rætta tráðin.
Boðtænasta

Í Boðtænastuni er tað lætt at halda eyga við ymiskum rørslum á kontuni.

Í Boðtænastuni kanst tú velja at fáa fráboðan t.d., tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan fer niður um eina ávísa upphædd.

 

Veljast kann millum hesi boð:

  • Boð frá peningastovninum.

  • Boð um flytingar.

  • Boð um saldu.

 

GG!
Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær vera skrásett í bankanum.

Tænastan kann hava eyka kostna. Sí okkara prísir her.

Stovna Boðtænastuna

  • Rita inn í netbankan.
  • Trýst á valmyndina.
  • Vel "Tænastur" og síðani "Boðtænasta".
  • Vel síðani tey boð, sum tú vilt virkja.
 

Les meira um Boðtænastuna her.

Kontulýsing og treytir

Tú sært kontulýsing og treytir fyri allar tínar kontur í netbankanum.

 

Soleiðis gert tú:

  • Far inn á "Mínar kontur" (mappan niðast á skerminum).
  • Trýst á ta kontuna, sum tú ynskir at síggja treytir fyri.
  • Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni og vel "Vís nærri lýsing".

 

Fá hjálp

Kontur

Kontuyvirlit

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á mappuna niðast á skerminum.
  • So sært tú eitt yvirlit yvir tínar kontur.
Broyt raðfesting av forsíðukontunum

Vel hvørjar kontur tú vilt síggja á forsíðuni.


Soleiðis gert tú:

  • Trýst á blýantin ovast í høgra horni. 
  • Strika tær kontur, tú ikki vilt síggja á forsíðuni.
  • Vel síðani tær kontur, tú vil síggja.
  • Goym.
Raða kontur í kontuyvirlitinum

Vel í hvørjari raðfylgju tínar kontur skulu vísast í kontuyvirlitinum.

     

    Soleiðis gert tú:

    • Trýst á "Mínar kontur" (mappan niðast á skerminum).
    • Trýst á pílarnar í ovara høgra horni.
    • Trýst á blýantin fyri at raða avtalur.
    • Vel eina avtalu fyri at raða tær kontur, ið hoyra til avtaluna.
    • Trýst síðani á blýantin og raða kontur við at hála tær upp og niður.
    • Trýst á "Goym".
    Broyt kontunavn

    Broyt navnið á einari kontu.

     

    Soleiðis gert tú:

    • Far inn á "Mínar kontur" (mappan niðast á skerminum).
    • Trýst á kontuna, sum tú ynskir at broyta navnið á.
    • Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.
    • Vel "Broyt kontunavn".
    • Skriva nýggja navnið á kontuni og goym.
    Kontuavrit

    Tú finnur øll tíni kontuavrit inni í Skjalagoymsluni.

     

    Soleiðis gert tú:

    • Trýst á valmyndina.
    • Vel "Skjalagoymsla".
    • Finn skjalið, ið eitur "Kontuavrit".
    Kontulýsing og treytir

    Tú sært kontulýsing og treytir fyri allar tínar kontur í netbankanum.

     

    Soleiðis gert tú:

    • Far inn á "Mínar kontur" (mappan niðast á skerminum).
    • Trýst á ta kontuna, sum tú ynskir at síggja treytir fyri.
    • Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni og vel "Vís nærri lýsing".

    Fá hjálp

    Samband

    Samskift við tín ráðgeva

    Tú kanst trygt og lætt samskifta við bankan og tín ráðgeva í netbankanum.

    - Eisini kanst tú trygt senda persónligar upplýsingar umvegis netbankan.

     

    Soleiðis gert tú:

    • Far inn á Klivan
    • Vel "Míni boð"
    • Vel "Nýggj boð" ella svara einum boði við at velja rætta tráðin.
    Boðtænasta

    Í Boðtænastuni er tað lætt at halda eyga við ymiskum rørslum á kontuni.

    Í Boðtænastuni kanst tú velja at fáa fráboðan t.d., tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan fer niður um eina ávísa upphædd.

     

    Veljast kann millum hesi boð:

    • Boð frá peningastovninum.

    • Boð um flytingar.

    • Boð um saldu.

     

    GG!
    Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær vera skrásett í bankanum.

    Tænastan kann hava eyka kostna. Sí okkara prísir her.

    Stovna Boðtænastuna

    • Rita inn í netbankan.
    • Trýst á valmyndina.
    • Vel "Tænastur" og síðani "Boðtænasta".
    • Vel síðani tey boð, sum tú vilt virkja.

     

    Les meira um Boðtænastuna her.

    Klivin

    Útbakkin

    Útbakkin er ein goymsla við flytingum, ið eru goymdar sum kladdur, ið mangla at verða góðkendar.

    Soleiðis gert tú:

    • Útbakkin liggur inni í Klivanum (sí mynd ovast).
    • Vel "Útbakki", har sært tú tær flytingar, ið liggja klárar til góðkenning.
    Undirskriva talgilt

    Tú kanst undirskriva talgilt beinleiðis í appini. 

     

    Soleiðis gert tú:

    • Trýst á Klivan (sí mynd ovast).
    • Trýst á "Skjøl". Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at undirskriva, liggja tær her.
    • Trýst á avtaluna.
    • Vel pílin til høgru fyri at lesa øll skjølini, um tað eru fleiri. 
    • Undirskriva við Samleikanum. 
    Skjalagoymsla

    Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.


    Soleiðis gert tú:

    • Trýst á valmyndina.
    • Vel "Skjalagoymsla".

    Tosa við okkum

    Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

    330 330

    Send teldubræv