Soleiðis gert tú íløgur í Netbankanum
Niðanfyri finnur tú ofta settar spurningar og svar viðvíkjandi íløguloysnini, sum vit samstarva við Saxo um.
Hvussu byrji eg?
Tú ritar inn í handilspallin í Netbankanum við at trýsta á blátt kort.
Um tú hevur virðisbrøv í opnari goymslu, hevur tú fingið eina íløgukontu, ið er knýtt at tínari goymslu. Hevur tú fleiri goymslur, hevur tú eina íløgukontu til hvørja goymslu.
Áður var tað t.d. tín lønarkonta, ið var knýtt at tínari goymslu. Nú verða allar íløgur, ið tú gert í opnari goymslu, gjørdar umvegis tína íløgukontu. Tí mást tú flyta pening á íløgukontuna gjøgnum Netbankan, áðrenn tú kanst keypa virðisbrøv.
Tað ber ikki til at knýta gjaldskort ella gjaldsavtalur at íløgukontuni. Hon kann bert brúkast til keyp og sølu av virðisbrøvum í handilspallinum.
Hvussu keypi eg eitt virðisbræv?
Tøppa navnið á virðisbrævinum inn í teigin sum lýst niðanfyri. Tú kanst eisini skriva annað eyðkenni, t.d. ISIN.

Tá ið tú hevur funnið virðisbrævið, sum tú vilt keypa, fært tú møguleika at trýsta á «keyp».

Tá ið tú hevur trýst á «keyp», kemur ein handilsseðil fram. Um tú hevur fleiri íløgukontur, skalt tú her velja, hvør konta skal brúkast til handilin. Tvey ymisk ordrasløg eru: marknaðarordri og limitordri. Hvør munurin millum ordrasløgini er, sært tú undir «Hvørji ordrasløg eru?».

Tá ið tú hevur tøppað allar upplýsingar inn, er klárt at trýsta á ”keyp”. Er talan um ein marknaðarordra, og keypskálin er opin, sært tú alt fyri eitt keypta virðisbrævið í tínari íløgusamanseting. Er tað hinvegin ein limitordri, og tú hevur tøppað inn kurs undir marknaðarkursin, so liggur handilin í bíðistøðu undir ”ordrar”.
Hvørji ordrasløg eru?
Marknaðarordri
Tá ið talan er um ein marknaðarordra, leggur tú ordran beinleiðis í keypskálan. Ordrin verður sostatt framdur í samsvari við marknaðarkursin, sum virðisbrævið hevur ta løtuna. Fyri at gera ein marknaðarordra, skalt tú velja «Slag» og síðani ”Marknaðarordri”.
Limitordri
Limitordrar verða í størstan mun brúktir til at koma inn á marknaðin ella fáa vinning til ein ávísan kurs.
Keyp: Limitkursur verður settur niðanfyri galdandi marknaðarkurs. Ordrin verður framdur, tá ið marknaðarkursurin samsvarar við limitkursin. Um tú setur ein limitkurs, ið er hægri enn marknaðarkursurin (tá ið partabrøv verða keypt), verður ordrin framdur alt fyri eitt til best møguligan kurs.
Søla: Limitkursur verður settur omanfyri galdandi marknaðarkurs. Ordrin verður framdur, tá ið marknaðarkursin samsvarar við limitkursin. Um tú setur ein limitkurs, ið er lægri enn marknaðarkursurin (tá ið partabrøv verða seld), verður ordrin framdur alt fyri eitt til best møguligan kurs.
Framkomnir ordrar
Stop
Ein stop ordri er ein háttur at tryggja, at tú keypir ella selur eitt virðisbræv, tá tað rakar ein ávísan kurs. Tað merkir, at tú kanst leggja ein ordra, sum bert verður framdur, um kursurin á virðisbrævinum flytir seg yvir markið, sum tú hevur ásett.
Dømi: Tú eigur partabrøv í einum felag, sum hava ein kurs á 100 krónur. Tú vilt selja tey, um kursurin rakar 110 krónur fyri at fáa ein vinning. Tá kanst tú seta ein stopordra við 110 krónum, og tá kursurin rakar hetta støðið, verður sølan/keypið framd sjálvvirkandi sum ein marknaðarordri.
Stop loss
Ein stop-loss ordri hjálpir tær at sleppa undan at missa ov nógv pengar, um kursurin á virðisbrævinum brádliga fellur.
Dømi: Tú hevur keypt partabrøv til 100 krónur, men tú vilt ikki missa meira enn 10 krónur fyri hvørt partabræv. Tá kanst tú seta ein stop-loss á 90 krónur. Um kursurin fellur niður á hetta støði, verða partabrøvini seld beinanvegin, so tú sleppur undan at missa enn meira.
Take profit
Ein take profit ordri er eitt amboð til at tryggja tín vinning. Tú setur ein kurs, sum tú vilt selja fyri og fáa ein vinning, áðrenn kursurin kanska byrjar at lækka aftur.
Dømi: Tú hevur keypt partabrøv til kurs 100 krónur, og hevur sett tær fyri at selja, tá tey raka 120 krónur. Um kursurin kemur upp á 120 krónur, verður sølan framd sjálvvirkandi, so tú fært ein vinning, áðrenn marknaðurin kanska lækkar aftur.
Tú kanst leggja ein “take profit” ella “stop loss” afturat tínari verandi støðu við at trýsta á „…“ → „Nýggjur take profit/stop loss“ → Trýst á take profit/stop loss → Innset kurs > Set títt take profit/stop loss.
Hví bleiv mín ordri ikki framdur?
Tað kunnu vera fleiri orsakir til, at tín ordri ikki bleiv framdur alt fyri eitt:
1. Tú hevur stovnað ein marknaðarordra uttan fyri upplatingartíðirnar hjá keypskálanum.


Um keypskálin er stongdur, tá ið tú stovnar ordran, verður ordrin ikki framdur, fyrr enn keypskálin letur upp aftur næsta gerandisdag. Minst tó til, at marknaðarordrar, sum verða stovnaðir, meðan keypskálin er afturlatin, kunnu verða avvístir, av tí at skipanin roknar ein ”eyka” tøkupening, ið skal vera tøkur, fyri at tú kanst keypa nýggj partabrøv. Hetta er bert galdandi fyri ein marknaðarordra – ein annar møguleiki er at stovna ein limitordra og áseta eitt hægstamark fyri keypskursin.
2. Tú hevur stovnað ein limitordra – og marknaðarkursurin hevur framvegis ikki rokkið tín limitkurs.

Legg til merkis, at tú kanst broyta tínar opnu ordrar – ið bíða eftir at verða framdir – til marknaðarkurs og á tann hátt tryggja, at handilin skjótari verður framdur til marknaðarkurs. Tú kanst eisini strika tínar opnu ordrar.
Hvussu leiti eg í íløgupallinum?
Tú kanst leita í íløgupallinum á sama hátt, uttan mun til um tú brúkar telefon, teldu ella teldil. Skermstøddin hevur tó týdning fyri, hvussu nógv rað verða víst á skerminum.
Tú kanst leita eftir:
- Partabrøvum
- Lánsbrøvum
- ETF’arum
- Íløgufeløgum
Tú kanst m.a. sálda eftir landi, gjaldoyra og keypskála. Eisini kanst tú velja at flokka vísingina eftir prísbroyting í %, stavrað ella eftir, hvørji best umtóktu virðisbrøvini eru.