Treytir fyri myndakort
Nakrar treytir viðvíkjandi myndatilfari o.ø. skulu haldast fyri at fáa myndakort frá BankNordik.
Búmerkið hjá BankNordik skal verða týðiliga sjónligt á kortinum. BankNordik tilskilar sær rættin til at avvísa umsóknir um myndakort um búmerkið ikki sæst nóg væl.
Myndaformat
Myndaformatið skal vera jpeg, tiff ella png, og støddin skal vera 1020 x 640 pxl. Myndin má ikki fylla meira enn 3 MB.
Her eru nøkur nágreinilig dømi um myndir og tekst, ið ikki verða góðtikin:
-
Búmerki ella vørumerki hjá fyritøkum, ella tekstir og myndir, ið vísa til felagsskapir, vørumerki og ítróttarfeløg
-
Slagorð, nøvn ella ímyndir, sum kunnu minna um fyritøkur
-
Myndir, sum eru vardar av upphavsrætti
-
Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næsta avvarðandi. BankNordik gongur út frá, at slíkt loyvi fyriliggur, men BankNordik kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivligt loyvi
-
Figurar úr teknirøðum ella skemtitekningar
-
Telefonnummur, teldupost- og heimasíðuadressur
-
Pengaseðlar
-
Útsagnir ella ímyndir, ið eru rasisitiskar
-
Myndir, ið kunnu órógva trygdarmerkið á kortinum
-
Átrúnaðarligar útsagnir, felagsskapir ella flokkar
-
Politiskar útsagnir
-
Myndir av harðskapi ella vápnum
-
Kynslig evni, bæði av listarligum og pornografiskum slagi
-
Metalliskur bakgrundslitur
-
Olympisk búmerki og líknandi
-
Myndir, ið kunnu fáa myndakortið at líkjast einum samleikakorti
BankNordik ger av, um tann innsenda myndin kann góðtakast, og kann velja ikki at góðtaka myndir uttan at hava skyldu at grunda fyri avgerðini. Roynir onkur at senda somu avvístu mynd inn fleiri ferðir, kann BankNordik syrgja fyri, at viðkomandi verður útihýstur frá skipanini.