Átøk skulu virka fyri øktari javnstøðu í BankNordik

BankNordik hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at tryggja eina javna kynsumboðan í samtakinum, og við ársenda 2021 vóru 49% av øllum leiðarum kvinnur. Samtakið hevur nú sett sjóneykuna á javnstøðu í sambandi við barnsburðarfarloyvi.

BankNordik er eitt føroyskt fíggjarsamtak við virksemi í Føroyum og Grønlandi og hevur uml. 200 fólk í starvi. Fyri at kunna røkka sínum málum hevur tað avgerandi týdning fyri samtakið at hava atgongd til dugnaligt og fjølbroytt starvsfólkatilfeingi. Tí verður stórur dentur lagdur á at tryggja, at menn og kvinnur hava somu møguleikar fyri at trívast, mennast og at taka av nýggjum avbjóðingum í samtakinum.

Javnt kynsbýti týdning fyri úrslitini

Samtakið hevur sett sær sum mál, at bæði kyn skulu vera umboðað við í minsta lagi 40% - bæði á leiðslustigi og á ymisku deildunum. Við ársenda í 2021 vóru 49% av leiðarunum kvinnur, og til samanberingar var talið 41% í 2020 og 42% í 2019. Hetta er munandi hægri enn í danska fíggjarheiminum, har talið liggur um 27%.

“Fjølbroytni í starvsfólkahópinum er ein stórur fyrimunur, tá ið mál og avbjóðingar skulu viðgerast í gerandisdegnum, og harumframt hevur tað týdning fyri okkara menning og kappingarføri. Tí er tað umráðandi, at vit áhaldandi eru tilvitað um kynsjavnvágina, um vit eisini frameftir skulu røkka góðum og burðardyggum úrslitum," sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri.

Fáa fulla løn í barnsburðarfarloyvinum

Í BankNordik verða kvinnur og menn sjálvandi lønt eftir sama sáttmála og somu treytum. Men eins og tølini fyri samlaða føroyska arbeiðsmarknaðin vísa, at kvinnur taka størsta partin av barnsburðarfarloyvinum, í størri mun arbeiða niðursetta tíð og taka sjúkradagarnar hjá børnunum, ger hetta seg eisini galdandi í BankNordik.

“Í BankNordik fáa øll starvsfólk - bæði menn og kvinnur – fulla løn í øllum barnsburðarfarloyvistíðarskeiðinum. Sostatt fáa okkara starvsfólk ongan fíggjarligan miss í sambandi við barnsburðarfarloyvi. Vit síggja tó sama mynstur sum í restini av samfelagnum, har kvinnur taka meginpartin av farloyvinum og tí eru burturstaddar frá arbeiðsplássinum í munandi longri tíð enn menn. Ein avleiðing av hesum kann vera, at kvinnur í minni mun eru tøkar til at bjóða seg fram til nýggjar avbjóðingar í samtakinum, sum tær annars kundu hugsað sær. Og tað kann so aftur ávirka framtíðar lønarlagið hjá kvinnum, sigur Turið F. Arge.

Ein loysn at endurskoða verandi barsilsskipan

Hóast starvsfólk í BankNordik fáa fulla løn í barnsburðarfarloyvinum, er hetta ikki meginreglan á arbeiðsmarknaðinum, har tey flestu fara í barsilsskipanina og harvið niður í løn ein stóran part av farloyvistíðarskeiðinum. “Verandi barsilsskipan er við til at fasthalda skeivleikan í samfelagnum, har kvinnur taka meginpartin av farloyvinum. Um útgjaldsloftið varð avtikið og fylgdi inngjaldinum, høvdu tey, ið hava størstu inntøkurnar - og rinda mest til barsilsskipanina – eisini fingið mest útgoldið. Hetta hevði gjørt tað lættari hjá familjuni at latið tann, ið hevur størstu inntøkuna, farið í barsilsfarloyvi, av tí at tað ikki hevði havt ein fíggjarligan miss við sær. Harumframt eiga vit at umhugsa at marka fleiri farloyvisvikur til pápar, eins og tey hava gjørt í londunum rundanum okkum, um vit veruliga vilja flyta okkum á økinum,” sigur Turið F. Arge.

Eggja monnum til at fara í barnsburðarfarloyvi

Í royndini at økja javnstøðuna er BankNordik-samtakið nú farið at eggja starvsfólkum, ið gerast foreldur, til at býta farloyvið javnari ímillum sín. “Tað snýr seg ikki um, at vit skulu avgera, hvussu familjurnar skipa seg, men vit vilja týðiliga gera greitt, at pápar sjálvandi eisini skulu kunnu fara í barnsburðarfarloyvi eins væl og leingi sum kvinnur,” sigur Turið F. Arge, sum væntar, at tað bæði gagnar familjunum og arbeiðsplássinum, um javnstøðan á hesum øki verður størri.

“At bæði foreldur fáa eitt tætt tilknýti til barnið er eyðsæð gott fyri familjuna, men eisini fyri okkum sum arbeiðsgevara. Eitt dømi um hetta kann vera, at tað verður meira natúrligt hjá báðum foreldrum at taka sjúkradagar við børnum, meðan tey eru smá, um tey hava verið líka nógv um tey ta fyrstu tíðina. Og tað kann so aftur vera við til at tryggja, at bæði foreldur hava sama møguleika fyri at átaka sær spennandi størv og møguleikar á arbeiðsplássinum, um tey vilja tað.”

Gera tað lættari at fáa arbeiðslív og familjulív at sampakka

Við at bjóða starvsfólkum góðar treytir í barnsburðarfarloyvi og at eggja til eitt javnt býti av farloyvinum millum bæði foreldur, vónar BankNordik at kunna broyta siðvenjuna á økinum. Harumframt er samtakið farið at leggja størri dent á at geva starvsfólkum við smáum børnum betri møguleikar fyri at fáa arbeiðslív og familjulív at sampakka. “Tað skal t.d. bera til at arbeiða fulla tíð og samstundis fara eftir børnum, sum ganga á dagstovni í góðari tíð. Um tað letur seg gera í mun til arbeiðsuppgávurnar hjá tí einstaka, kunnu starvsfólk t.d. velja at arbeiða ein tíma minni um dagin og so arbeiða tann tíman um kvøldið í staðin,” sigur Turið F. Arge.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv