Søla uttanlands
Er ætlanin at leggja dent á útflutning fyri at skapa vøkstur í fyritøkuni, mást tú seta teg inn í galdandi viðurskifti á viðkomandi marknaði og viðvíkjandi altjóða handli. Eisini er tað ein fortreyt at kenna tey møguligu staðbundnu atlit, ið skulu takast.
Ymiskar mentanir
Stórur munur kann vera á atburði og væntanum hjá føroyskum og útlendskum kundum. Tískil kann tað eisini vera stórur munur á, hvussu tín vøra ella tænasta verður mett av útlendskum keyparum. Tað er ikki altíð, at ein kann nýta somu marknaðarførsluátøk uttanlands, hóast tey møguliga hava eydnast væl á føroyska marknaðinum. Ymiskar mentanir kunnu skilja boðskapin sera ymiskt.
Góð ráð til útflutningin
- Set teg inn í mannagongdir og lóggávu á útflutningsmarknaðinum, ið kunnu hava ávirkan á tína vøru ella tænastu.
- Kanna møguligar forðingar á útflutningsmarkanðinum, og finn eina loysn á teimum.
- Met um ymiskar útflutningsmøguleikar og vel tann, ið hóskar best til títt virksemi.
- Tryggja tær ráðgeving og gott samstarv við fólk, sum kenna marknaðinum á staðnum.
- Tryggja tær, at tín vøra ella tænasta áhaldandi er kappingarfør á altjóða marknaðinum.
Ein miðvís ætlan
Tú gevur tínum virki betri fortreytir fyri at eydnast á altjóða marknaðinum, um tú leggur tilgongdina væl til rættis. Legg eina ætlan fyri tey stig, ið eru neyðug at taka til tess at røkka góðum úrslitum á altjóða marknaðinum.
Altjóða handil kann vera merktur av ótryggleika, og her kunnu vit hjálpa tær. Vit greina tín tørv og fíggingarmøguleikar og finna loysnir, sum minka um tín váða.