Rakstrarfígging
Rakstrarfígging snýr seg um gerandisliga virkisraksturin. M.a. inn- og útgjøld til keyp av vørum, lønargjaldingar, framleiðslu, húsaleigu og aðrar rakstrarútreiðslur.
Rakstrarkredittur
Inn- og útgjøld í gerandisdegnum fara vanliga fram umvegis eina rakstrarkontu.
Rakstrarkontan kann hava ein kassakreditt atknýttan. Støddin á kredittinum er tengd at gjaldførisstreyminum hjá tíni fyritøku. Rakstrarkreditturin verður nýttur til at fíggja sveiggini, ið kunnu vera í inn- og útgjøldunum.
Renta og kredittgjald verða ásett í mun til raksturin og fíggjarstøðuna hjá tíni fyritøku og trygdir, ið verða veittar fyri kredittin.
Fá betri gjaldføri við fakturalánskreditti
Í BankNordik kunnu vit eisini bjóða fakturalánskreditt. Tað inniber, at tín fyritøka fær ávísan prosentpart av fakturaupphæddini útgoldnan, áðrenn keyparin hevur goldið rokningina. Á tann hátt hevur tú tøkan pening at arbeiða við, hóast rokningin enn ikki er goldin av keyparanum.
Fyrimunir við fakturalánskreditti
- Lættari at fíggja gerandisrokningar
- Størri fíggjarligt rásarúm
- Lættari at fíggja gerandisrokningar
- Ískoyti til kassakreditt
- Størri fíggjarligt rásarúm