Ráðgeving til títt virki

Sum vinnukundi hjá okkum fært tú ein sterkan fíggjarligan viðleikara. Vit veita holla ráðgeving og tænastur, ið taka støði í tínum virki og tínum framtíðar ætlanum.

Loysnir lagaðar eftir tínum virki

Fleiri ymiskar loysnir eru í at velja, tá fíggingin skal setast saman, eins og rakstur og stýring kunnu skipast á ymiskan hátt.

Vit hava drúgvar royndir í føroyskum vinnulívi, og okkara dugnaligu og eldhugaðu starvsfólk eru til reiðar at veita ráðgeving - bæði tá ið smáar og stórar avgerðir skulu takast.

Sum vinnukundi fært tú m.a. ráðgeving um hesi evni:

  • Hvussu tú á bestan hátt samansetir fígging til ymisk endamál. Les meira um rakstarfígging.
  • Hvussu tú skipar peningarensl, váðastýring og gjaldføri
  • Vit greina váðan og bjóða loysnir, ið gera tín handil við útheimin tryggari. Les meira um tryggari handil við útheimin.
  • Gjaldsmøguleikar – tænastur og loysnir til gjaldingar í gerandisdegnum
  • Ættarliðsskifti – Tryggjar tín privatbúskap og búskaparviðurskiftini í virki tínum í sambandi við ættarliðsskifti og eigaraskifti

Fíggjarligt samstarv

Vit ynskja støðugt at menna eitt tætt samstarv við føroyskt vinnulív, og gera tað møguligt hjá tær sum vinnurekandi at fullnýta tíni evnir og tínar møguleikar. Tí leggja vit stóran dent á at veita eina góða, skjóta og trygga tænastu, soleiðis at tú fært brúkt tína orku til at menna títt virki.

Hjá okkum fært tú ein ráðgeva, sum nágreiniliga setur seg inn í tíni viðurskifti, og vit laga altíð ráðgeving og fígging eftir tínum tørvi. Okkara tænastur og ráðgeving byggja á drúgvar royndir og kunnleika til ymsu vinnugreinarnar.

To kvinder kigger på computerskærm på kontor

Ættarskifti

Tað krevur sera stórt umhugsni, tá ein eigari byrjar at hugsa um at avhenda sína fyritøku.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv