Tryggari handil við útheimin
Hevur tú eitt virki, sum innflytur ella útflytur vøru, er neyðugt at geva tær far um ymiskar váðar, ið kunnu taka seg upp í sambandi við altjóða handil.
Gjaldoyrakursir, rávøruprísir og rentur broytast alla tíðina. Hesi viðurskifti kunnu hava stóran týdning fyri úrslitið hjá tíni fyritøku. Handil við útheimin krevur tí eitt vakið eyga við marknaðinum.
Í BankNordik hava vit kønar ráðgevar, ið kunnu ráðgeva tær og tíni fyritøku, hvussu tit á bestan hátt sleppa undan óneyðugum váðum. Vit bjóða m.a. tænastur sum remburs, útlendskar ábyrgdir og útlendskar innheintingar.