BankConnect

BankConnect er ein tænasta, sum bindir tykkara bókhaldsskipan beinleiðis til netbankan. Hetta sparir tíð, tí BankConnect ger nógvar av dagligu manuellu uppgávunum, s.s. at flyta dagligu bókingarnar úr netbankanum og inn í bókhaldsskipanina. 

Les meira um, hvussu tit uppseta tykkara skipanir til BankConnect á teirra heimasíðu https://www.bankconnect.dk/.

Um tit ynskja at gera eina BankConnect-avtalu við okkum, kunnu tit venfa tykkum til tykkara ráðgeva. 


Hesar BankConnect tænastur bjóða vit

 

BankConnect Grannskoðari

  • Sendir dagligar bókingar sjálvvirkandi til bókhaldsskipanina

BankConnect Netbanki

  • Sendir dagligar bókingar sjálvvirkandi
  • Gjaldingar, sum verða gjørdar í bókhaldsskipanini, skulu góðkennast í netbankanum

BankConnect Beinleiðis

  • Sendir dagligar bókingar sjálvvirkandi
  • Gjaldingar, sum verða gjørdar í bókhaldsskipanini, krevja ikki góðkenning í netbankanum

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv